Toftamenn iðraðu seg

Tríggir dystir síðani summarsteðgin og tríggir sigrar. Tað var úrtøkan hjá B68, tá ið teir fóru undir grannauppgerðina á Svangaskarði. Eftir 1-0 tapið var lætt at gera niðurstøðuna:

- Tað er ongantíð hugaligt at tapa og als ikki fyri grannunum. Eftir tepra heimasigurin á B36 vónaðu vit, at óhepna gongdin á heimavølli var vend, men nú mugu vit enn eina ferð staðfesta tølini, sum siga, at tað í ár hevur hilnast heilt illa á heimavølli, var viðmerkingin frá heimaliðnum.

Tá ið B68 heimaskansin ikki vísir seg at vera tann, sum hann hevur verið, so er tað kanska ikki verri hjá toftamonnum, at teir tvær tær næstu ferðirnar skulu spæla á útivølli – fyrst í Gøtu og síðani í Streymnesi!