2. deild
Tað tykist ikki vera nakar, sum skalar toftamenn í stríðnum um at vinna uppflyting til bestu deildina. Fjórða umfarið á rað vunnu toftamenn, og fjórða umfarið á rað var sigurin somikið sannførandi, at mótstøðuliðið ikki megnaði at skora.
Hesaferð settu vertirnir ferð á alt fyri eitt, og longu eftir 20 minuttum stóð 3-0 á máltalvuni, og síðani varð bara ein vegur.
Toftamenn hava nú 12 stig fyri fýra dystir, og málmunurin er ikki minni enn 19-0. Av sonnum tøl, sum kunnu ræða mótstøðuliðini, ið nú standa fyri framman.
B71 og FSV elta oddin
Sandoyingar og vágamenn tykjast í løtuni vera teir, sum kunnu bjóða B68.
B71 hevði vitjan av HB hetta vikuskiftið, og hóast tað leingi leikaði javnt á, so endaði alt við tryggum heimasigri. B71 hevði eftir steðgin ? tá vindurin var undan ? nógv spæl og hópin av møguleikum, men teir máttu bíða til seinastu 10 minuttirnar, áðrenn gongd kom á málskjótingina. Tá fekk Tummas Pauli Olsen (kanska heppið) sneitt bóltinum í málið, tá Tróndur Vatnhamar í HB-málinum roknaði við innleggi. HB hevði rimmar møguleika at javna stutt eftir, og iðranin um hetta gjørdist ikki minin, tá Clayton Soares í næsta álopinum økti um leiðsluna. So var liðugt hjá HB, og við einum máli frá Eli Hentze og eini sannari perlu frá Magnus Olsen slerdu sandoyingarnir sigurin rimmarfastan.
Í Sandavági vitjaði GÍ, og heldur ikki hesaferð fingu gøtumenn nakað stig. Munurin á liðnum var snøgt sagt alt ov stórur til, at nakar sum helst spenningur skuldi verða um útfallið, og við tveimum hat-trickum frá Birgir Joensen og Sonna Johansen vunnu vertirnir ein tryggan sigur.
AB hongur í
Á Argjum hava tey aftur í ár vónir um at verða partur av oddastríðnum í deildini. Teir høvdu um vikuskiftið truplan dyst móti Royn í Hvalba, og tað mundi lætta um heimferðina, at teir fingu trý stig í skjáttuna.
Tað stóð tó nógv á, og fyrra partin av dystinum var Royn eins væl við í dystinum, sum gestirnir vóru tað. AB fekk tó hol á, tá Hans Jørgen Djurhuus skoraði, og so kundi Súni Fríði Barbá enn einaferð prógva, at hann framvegis dugir kynstrið at standa á rætta stað til røttu tíðina.
Seinasti dysturin var í Havn, har LÍF vitjaði. B36 hevur í ár havt tað sera tungt, og heldur ikki hesaferð fingu teir nakað burturúr dystinum. 0-4 var úrslitið av dystinum, sum sendi LÍF upp á miðjuna á talvuni.
Komandi vikuskiftið skal B36 á vitjan í Gøtu, og tann uppgerðin líkist einum slagi um, hvørt tað verða B36 ella GÍ, sum skal hanga fast í botninum.
Eisini tykist talan gerast um áhugaverdar uppgerðir, tá B68 vitjar hjá AB og tá FSV04 kemur í Gundadal at spæla móti HB.
Úrslit:
B68-Sumba 7-0 (5-0)
1-0: Jóhan Petur Poulsen
2-0: Arnbjørn Danielsen
3-0: Jóhan Petur Poulsen
4-0: Jóhan Petur Poulsen
5-0: Øssur Jacobsen
6-0: Julian Johnsson
7-0: Ovi Magnussen
B71-HB 4-0 (0-0)
1-0: Tummas Pauli Olsen
2-0: Clayton Soares
3-0: Eli Hentze
4-0: Magnus Olsen
FSV04-GÍ 6-0 (4-0:
1-0: Sonni Johansen
2-0: Sonni Johansen
3-0: Birgir Joensen
4-0: Sonni Johansen
5-0: Birgir Joensen
6-0: Birgir Joensen
Royn-AB 0-2 (0-0)
0-1: Hans Jørgen Djurhjuus
0-2: Súni Fríði Barbá
B36-LÍF 0-4
Eingin dómaraseðil komin til FSF