Toftamenn flyta ikki niður

Nú er tað greitt, at B68 eisini í 2024 verður partur av bestu deildini

Mikukvøldið fara toftamenn at spæla seinnu hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið. B68 hevur eftir 3-0 sigur á útivølli ímóti EB/Streymi annað beinið í finaluni, sum verður leygardagin 4. november ímóti HB.

 

Toftamenn savna seg fult og heilt um avbjóðingina mikukvøldið, og teir vilja ikki hoyra talan um, at tað mest sum er avgjørt, at B68 verður partur av finaluni.

 

Samstundis sum seinna hálvfinalan er á skránni, so hava teir í B68 kent møguleikan fyri niðurflyting at spøkja.

 

Í dag tapti B68 3-0 á heimavølli ímóti Víkingi. Hóast trivaliga tapið er tað nú greitt, at B68 fer ikki at flyta niður, og at B68 harvið eisini í 2024 verður partur av bestu deildini. B68 hevur 21 stig og væl betri málmun enn TB og ÍF, og nú tað resta tvey umfør, er tað greitt, at bara annað av ÍF og TB hevur møguleika at røkka 22 stigum. Bæði TB og ÍF hava 16 stig, og hesi bæði hittast í Fuglafirði í 26. umfari. AB hevur 14 stig og hevur í mesta lagi møguleika at røkka 20 stigum.

 

-Víkingarnir eru góðir. Teir hava vunnið 11 dystir á rað, og tá ið tú tapir 3-0, so er tapið uppinborið. Undan steðginum var eg væl nøgdur við avrikið, men tá ið teir eftir steðgin skiftu út og broyttu spælskipan, so vóru teir omaná. Málið var at tryggja okkum triðja árið á rað í bestu deildini. Tað málið hava vit nú sett flugubein við. Dygst eftir summarsteðgin og eftir tap á Argjum vóru vit undir strikuni. Fíggjarliga er felagið ikki væl fyri, og spælararnir hava ikki fingið lønina, sum teir eiga. Nú hava vit tryggjað okkum plássið í bestu deildini og fara mikukvøldið at spæla hálvfinalu. Tað eiga spælararnir alt rós fyri. Teir hava seinastu vikurnar arbeitt ógvuliga væl og nógv, og vit vilja ógvuliga fegnir sleppa at spæla finaluna, sigur B68 venjarin Jákup á Borg.

 

Víkingur vann 3-0, og hetta var 11. sigurin á rað hjá víkingunum.

 

Hálvleiksstøðan var 1-0. Málið skoraði Sølvi Vatnhamar tíggju minuttir undan hvíldini. Talan var um innlegg úr vinstru og sera snilda fríspæling, sum Martin Klein Joensen stóð fyri. Sølvi Vatnhamar hevur nú skorað 16 mál og er eitt mál aftanfyri Páll A. Klettskarð, sum framvegis er einsamallur á máltindinum.

 

Víkingur hevði fleiri royndir ímóti málinum, enn heimamenninir høvdu, og sjey minuttir eftir steðgin var 2-0. Nú var Martin Klein Joensen málskjútti eftir upplegg, sum vongverjin í vinstru Ingi Jonhardsson stóð fyri. Hetta var 16. málið hjá Martin Klein Joensen, sum saman við Sølva Vatnhamar er besti málskjútti hjá Víkingi.

 

Martin Klein Joensen átti eisini uppleggið til 3-0 málið, og harvið var hann dagsins maður á Svangaskarði í dag. Málskjútti í næstsíðsta minutti var Jákup Johansen, sum var á vøllinum allan dystin á tamb. Hann hevur annars síðstu ferðirnar oftast verið skiftur inn, men í dag fekk hann møguleikan, nú Olaf Bárðarson var leikbannaður.

 

-Tað er hugaligt, at vit hava vunnið 11 dystir á rað. Men arbeiðið er ikki liðugt. Tað eru tveir dystir eftir at spæla, og fyri ársavrikið er tað av alstórum týdningi, at vit eisini vinna tvær tær næstu ferðirnar og vinna pláss í Europa, sigur liðformaðurin hjá Víkingi Atli Gregersen við Hera Á. Simonsen í FM1.

 

-Hetta er fyrsta ferðin, at vit vinna ímóti B68 í ár. Toftamenn eiga gott lið, og tað gekk javnt fyri seg, áðrenn vit í seinna hálvleiki skoraðu tvey mál og vunnu 3-0, sigur Atli Gregersen

 

Víkingur hevur 54 stig og er tvey stig aftanfyri B36 og tvey stig frammanfyri HB.

 

B68 fer í tveimum teimum síðstu umførunum at spæla ímóti AB á heimavølli og ÍF á útivølli.

 

Víkingur fer at spæla ímóti EB/Streymi á heimavølli og ímóti KÍ á útivølli.