Fyri aðru ferð í eina lítla viku hittast ÍF og B68 í dag. Tá ið fuglfirðingar vitjaðu á Svangaskarði týskvøldið endaði tað við málleysum javnleiki, og tá iðraðu heimamenninir seg um, at tað ikki eydnaðist at umseta brotsspark til mál.
ÍF og B68 eru undir niðurflytingarstrikuni við tveimum stigum í part.
Seinnapartin eiga fuglfirðingar heimavøll í Fløtugerði. Í fjør var B68 tvær ferðir í Fuglafirði. Í fyrra førinum vunnu toftamenn 3-1, og í seinna førinum endaði tað við málleysum javnleiki.
Hjá B68 eru fleiri spælarar skaðadarvaðir. Her verður hugsað um liðformannin Aleksandur Ó. Jensen, sum í alt ár hevur verið darvaður so mikið, at hann ikki hevur verið førur fyri at spæla fulla tíð. Hann er einaferð skiftur inn og tríggjar ferðir skiftur inn, og ímóti ÍF týskvøldið var hann als ikki á listanum.
Hjalti Strømsten og Esmar P. Clementsen eru eisini skaddir, og Fríði á Borg verður ikki við aftur í ár, tí hann hevur slitið hælsinina.
Hjá ÍF hevur Ruben Møller-Nielsen ikki verið við síðani 10. apríl, tá ið hann í 8-1 heimatapinum ímóti Víkingi 10 minuttir eftir steðgin fór skaddur av vøllunum. Hann er farin at venja aftur, men tað er ivasamt, um hann er førur fyri at spæla í dag. Kasper Sommerstedt er eisini skaðadarvaður. Týskvøldið varð hann skiftur inn, tá ið tað vóru átta minuttir eftir.
Elias J. Lervig er burturstaddur helvtina av tíðini. Hann var ikki við týskvøldið, og hann verður ikki við í dag.
ÍF – B68: Rúni Olsen kl. 15.00.











