Tað kann ganga skjótt hvønn vegin í fótbólti. Fyri tveimum viku síðani sá alt ljóst út hjá B68, sum eftir fýra umfør var topplið við 10 stigum.
Síðani hevur tað verið meiri soltið. Eftir 2-2 á heimavølli ímóti HB og 2-1 tap í Leirvík mundi tað kennast sum steinur oman á byrðu, tá ið tað í kvøld endaði við 2-1 tapi á útivølli ímóti B71.
Síðstu dagarnir hava verið góðir hjá sandoyingum. Síðsta leygardag skoraðu teir sigursmálið í evstu løtu, tá ið teir vunnu 2-1 á útivølli ímóti FC Hoyvík, og í kvøld vunnu teir aftur trý stig, sum bera við sær, at B71 nú hevur 11 stig ella sama stigatal sum B68.
Einki mál varð skorað í fyrra hálvleiki. Seinni hálvleikur var ein minutt gamal, tá ið B68 legði seg framum 1-0. Uppleggið átti liðformaðurin Óli H. Olsen, og málskjútti var miðvallarin Tonni J. Thomsen.
B71 javnaði til 1-1 miðskeiðis í seinna hálvleiki. Símin Hansen var málskjútti, og upplegginum stóð nýggi danski spælarin Gustav Tjørnelund Wassman fyri.
Tað vóru fleiri spentar støður í báðum brotsteigunum og onkur góður málmøguleiki, men tað var bara skorað eitt mál aftrat. Tað skoraði Clayton Soares, tá ið tað restaðu átta minuttir.
B68 legði nógv fyri í roynd at javna, og í tíðini, sum dómarin legði aftrat, vóru tað spentar støður í B71 brotsteiginum í sambandi við hornaspørk, men tað eydnaðist ikki B68 at skora, og so vann B71 2-1.