Toftamenn blástir av vøllinum

Klaksvíkingar vóru betri upplagdir enn nakrantí? fyrr í ár, tá teir endurtóku sigurin frá steypakappingini

Klaksvíkingar vóru betri upplagdir enn nakrantí? fyrr í ár, tá teir endurtóku sigurin frá steypakappingini


Sammett vi? flestu a?ra sta?ni í landinum eru ta? oftast nógvir ásko?arar, tá ta? er fótbóltsdystur í Klaksvík. Og sunnudagin vóru ta? uppaftur fleiri, enn ta? plaga at vera so tí?liga á árinum. Ve?ri? gjørdi sítt, ta? var flaggdagshald beint undan dystinum, bilframs?ning var í ítróttarhøllini, og so var ta? spurningurin, um ta? skuldi ganga, sum ta? gekk, tá B68 var í Klakvík og tapti 5-0 í steypakappingini, ella um ta? skuldi ganga, sum ta? gekk t?skvøldi?, tá ta? var málleyst á Svangaskar?i.


Svari? kom beinanvegin

Klaksvíkingar høvdu størri tyngd í sínum spæli, teir vóru grammari og skjótari enn teir hjá B68, sum tóktust eitt sindur fjáltursstungnir og drálandi, nú nógvir teirra fyri fyrstu fer? skuldu royna seg í landskappingini, og fyri ta? mesta var ta? á vøllinum talan um ta? sama á vøllinum sum á ni?asta partinum í Bøgøtu, i? er beint omanfyri vøllin í Klaksvík: har var einvegis fer?sla, og hon var móti málinum hjá B68.

Fyri fyrstu fer? á árinum vísti KÍ fótbóltsspæli?, sum í fjør var tætt vi? at gera teir til FM vinnarar, og tá ta? vísti seg, at ta? gekk, sum teir høvdu ætla?, so vuksu sjálvsáliti? og spæligle?in. Í 1. hálvleiki komu tr? mál, og eina løtu í 2. hálvleiki var ta? sum um allir vildu fram í senn, og ta? kann bæ?i vera vandamiki? fyri snarálop hjá mótstø?uli?num og eisini tí at ta? ver?ur ov trongt, tá allir vilja gera mál.


Líktust sær sjálvum

KÍ uppstillingin var, sum hon plagdi at vera í fjør. Jan Andreaesen var aftastur, har hann altí? er trivaligur og álitisvekjandi, pólverjarnir tóku sær av Øssuri Jacobsen og Marselo, og Jan Joensen var statiónin mitt á mi?juni og bí?a?i longri afturi á vøllinum, tá Harley Bertholdsen og Arnold Joensen fóru fram í høgru, og tá He?in á Lakjuni og Finn Baldvinsson (hevur ikki veri? fastur ma?ur á li?num á?ur) fóru fram í vinstru.

Og hesa fer? var Rógvi Jacobsen vi? sí?una av Kurt Mørkøre í fremstu rø?. Teir bá?ir skora?u f?ra mál, og teir høvdu eisini a?rar møguleikar, sum teir kundu havt fingi? mál uppá, t.d. var Rógvi Jacobsen eina fer? púra leysur, men sovor?i? ver?ur ikki hugsa? so nógv um, tá fyrsti landskappingardysturin er vunnin 5-0.


Framvegis ivingarsamir

At ta? er nógv n?tt fólk á Toftum ber vi? sær, at ta? er ilt at meta um, hvussu ta? fer at roynast. Avriki? í Klaksvík bar ikki bo? um, at B68 fer at vera vi? í kappingini um fremstu plássini og so langt frá tí. Teir vóru undir stø?ugum tr?sti, og teir høvdu ilt vi? at fóta sær. Fró?i Benjaminsen var aftastur í verjuni, og sjálvt um ta? kann ljó?a misvísandi, tá fimm mál fóru ígjøgnum, so er ta? ein veruleiki, at hann vísti frægast avriki?. Signar Johannesen og Fró?i Clementsen høvdu stórar trupulleikar sum eftiransarar, men ta? komst eisini av, at mi?vøllurin so ofta var? yvirspældur.

B68 hev?i tveir brasiliumenn millum teir fyrstu ellivu. Teir sást ikki serliga nógv til, og hin tri?ji var bara seks minuttir á vøllinum, so reyk hann út, eftir at hann hev?i gjørt ljótt fríspark.

B68 álopini vóru fá, og møguleikarnir vóru eingir. Jákup Djurhuus í høgru og Finn Mørk í vinstru vóru onkuntí? frammi vi?, og onkuntí? fingu teir horna burturúr, men n?ggi málverjin hjá KÍ fekk ongantí? høvi at royna seg.


Málini

13 min. 1-0: Andrzej Pacek, sum var tryggur í verjuni, drønstútar horna úr høgru í nettaki?.

20 min. 2-0: Rógvi Jacobsen setur sí?sta fótin á, eftir at uppspæli? hevur veir? í vinstru, og Harley Bertholdsen hevur lagt flatt innfyri eftir diagonal bólt.

31 min. 3-0: Verjan og málverjin hjá B68 mugu taka ábyrgd á seg. Marek sparkar langt og høgt, bólturin støkkur í vøllin, Kurt fær loyvi at temja, snara sær á og senda dúkkandi skot í neti?.

69 min. 4-0: T?dningurin av at hava bóltspælara í mi?verjuni ver?ur sta?festur. Eingin fer eftir Marek, sum dregur langt og vi? nógvari fer?. Tá teir royna eftir honum, slettir hann til Kurt Mørkøre, sum skorar.

77 min. 5-0: Stutt horna í høgru endar vi? innleggi, Olgar Danielsen temur vi? bringuni til Kurt Mørkøre, sum aftur er leysur og aftur skorar.


KÍ-B68 5-0 (3-0)

KÍ: Steven Loyde - Andrzej Pacek, Jan Andreasen, Marek Wierzbicki - Harley Bertholdsen, Arnold Joensen, Jan Joensen (Olgar Danielsen, 74), Finn Baldvinsson, He?in á Lakjuni - Kurt Mørkøre (Niclas Niclassen, 77), Rógvi Jacobsen

B68: Magnus E. Poulsen - Jákup Djurhuus (Messias, 51), Fró?i Clementsen, Fró?i Benjaminsen, Signar Johannesen, Finn Mørk (Steinar Hansen, ) - Olaf Højgaard, Oleif Joensen, Marlon - Marselo, Øssur Jacobsen (Aksel Højgaard, 69)