Tað sigur Jóan Símun Edmundsson, sum er knýttur at eykaliðnum hjá Newcastle, í Sosialinum í dag.
Landsliðsframherjin flutti av Toftum til Onglands fyri einum ári síðan. Edmundsson vil nú røkka evropeisku tindunum sum fótbóltsspælari.
- Eg venji onkutíð við besta liðnum, og tað er eitt stórt lop frá at venja og spæla við eykaliðnum. Tú venur teg skjótt við, at tað eru kendir leikarar úr Premier League, sum tú venur saman við, men tað er sjálvandi eitt sindur meira stuttligt og spennandi, sigur Jóan Símun Edmundsson.










