Toftafólk upp í norðurlendsk umhvørvi

Á seinasta bygdaráðsfundi í Nes kommunu varð samtykt at gerast partur av einum norðurlendskum samstarvi innan umhvørvi.

Talan er um eitt samstarv innan tað, tey nevnda biologiskt margfeldi, og er eitt samstarv sum Agenda 21-stovan stendur fyri.

Samstarvið er millum fleiri kommunur í Norðurlondum – í Svøríki, Danmark, Finlandi, Íslandi og Noregi.

Nú er Nes kommuna vorðin partur av hesum við einum prosjekti um Toftavatn, har Runavíkar kommuna eisini er partur av. Prosjektið ber heitið “Toftavatn – náttúra, uppliving og trivnaður”.

Endamálið við ætlanini er at verja margfeldið við vatnið. Eitt av arbeiðunum er at gera rásir kring vatnið og at seta upp kunnandi skelti um náttúrina, søguna og lívið her.