Toftafólk á sangferð í høvuðsstaðnum

Fýra bólkar og kór úr brøðrasamkomuni á Toftum vitjaðu næstsíðsta sunnudag samkomuna í Hebron á Argjum

Tað er Dýri biðidagur í dag, fríggjadagin 26. apríl. Sambært bókini Dagar og nøvn í álmanakkanum, sum Stiðin gav út í 1994, og sum Axel Tórgarð skrivaði, so er Dýri biðidagur fjórði fríggjadagur eftir páskir. Hann hevur ongan beinleiðis bíbliskan ella kirkjuligan uppruna. Hann var ásettur við kongligari fyriskipan 27. mars 1686 og skuldi koma í staðin fyri eitt ótal av biðidøgum, sum eingin fekk skil á.
Dagurin var strangliga hildin, og gamalt var, at frá vestri (kl. 6) Dýrabiðidagsaftan til vestur Dýra biðidag mátti ikki rúka í nøkrum húsi. Tey gomlu fastaðu eisini hetta samdøgrið. Í Suðuroy verður dagurin róptur heiligfríggjadagur, sigur Axel Tórgarð, sum leggur afturat, at Dýra biðidag 30. apríl í 1858 ? tað vil siga valdagin fyri 144 árum síðani ? legðist stórkavi, róptur Dýribiðidagskavin. Og so sleppa vit Axeli Tórgarð og frálíku bókini hjá honum um Dagar og nøvn í árinum.
Endi og byrjan
Hesa tíðina á árinum endar tað mesta av tí, sum hevur verið uppi á vetrinum, og tað, sum hoyrir sumrinum til, tekur við. Í útvarpinum hava vit uppundir tey seinastu vikuskiftini hoyrt kunngerðir um, at nú verður framsýning av hesum og hasum, sum er avrikað í vetur. Várkonfirmatiónirnar hava verið, og innandura tiltøk hjá kirkjum og samkomum broytast, nú góða árstíðin ? í hvussu so er tann ljósa ? mugu vit vóna so spakuliga fer at vitja okkum.
Fótbóltsárið er byrjað, í gjár vórðu nógvir kappróðrabátar flotaðir, og so verður samfelagið og lívið til síðst í august merkt av, at nú er summar. Tá verður aftur farið undir tað fantastiska nógva innandura arbeiðið og ítrivið, sum er kring oyggjarnar. Soleiðis rullar eitt árið fyri og annað eftir.
Toftafólk á sangferð
Næstsíðsta sunnudag var veðrið gott. Í sambandi við eina samrøðu, sum vit skuldu gera við Símun i Túni um, tá hann hitti forsetan í Venezuela, Hugo Chavez, sum tað hevur verið at hoyrt so nógv um síðstu vikurnar, vóru vit í Hebron á Argjum. Har var nógv lív í, og vit nýttu høvið at taka nakrar myndir og at spyrja okkum fyri, hvat tað var, sum gekk fyri seg.
Vit fingu at vita, at tað vóru toftafólk, sum vóru á vitjan og nú fyrireikaðu seg til sangframførslur. Brøðrasamkoman í Hebron hevði bjóðað sangarum úr brøðrasamkomuni í Nebo á Toftum at vitja, og so høvdu tey á Toftum gjørt av, at tey skuldu øll, sum ganga í samkomuni, fara við suður á Argir.
Tey vóru næstan eitt hundrað fólk í ferðalagnum, og tey høvdu fýra kór og sangbólkar. Tey minstu børnini spældu uttanfyri, tá vit tóku myndirnar, so tey komu ikki uppá. Annita og Oddmar Tausen læra børn, sum eru undir skúlaaldur at syngja. Í barnakórinum vóru stór skúlabørn. Oddmar Tausen og Anna á Torkilsheygi skipaðu fyri. Í hesum kórinum vóru onkur av teimum, sum eru við á fløguni, ið kallast Vit eru glað. Henda barna? og ungdómsfløgan við andaligum sangum varð givin út í august í fjør, fingu vit at vita.
Kórið er ikki farið í summarfrí enn. Saman við fleiri øðrum barnakórum úr fleiri samkomum og missiónshúsum kring landið venja tey og fyrireika seg til eina vitjan úr Noreg. Eitt kent barnakór kemur henda vegin um miðjan mai. Tað er barnakórið í Nebo, sum hevur bjóðað hesum ferðalagnum at koma henda vegin. Tey eru umleið hálvt annað hundrað í talið. Tey skulu hava konsert í Vágum og í ítróttarhøllini í Runavík saman við føroysku kórunum, og so skulu tey sjálvi hava eina konsert í Vesturkirkjuni. Norska ferðalagið skal búgva hjá privatfólkum á Toftum.
Ein ungdómsbólkur av Toftum var eisini í Hebron. Tey høvdu nógvan og góðan tónleik afturvið sanginum (tað høvdu hinir bólkarnir og kórini eisini). Síðsti bólkurin var ein, sum var samansettur av eitt sindur tilkomnum kvinnum. Tær søgdu seg ikki hava sungið saman so leingi í hesum bólkinum, men áður søgdu tær seg hava sungið í øðrum samanhangum.
Tá møtið í Hebron byrjaði, var salurin stúgvandi fullur.
Døgurðin var á Hafnia
Toftafólkini vórðu saman við øllum hinum, sum vóru í Hebron, bjóðað til nátturða í kjallaranum í rættuliga rúmliga salinum. Har var borðreitt við øllum góðum, sum tey, ið ganga í Hebron á Argjum høvdu havt við heimanífrá.
Toftafólkini hildu seg hava havt ein góðan dag. Tey vóru farin av Toftum klokkan eitt. Eingin døgurði varð etin, áðrenn tey fóru. Tá tey fyrireikaðu seg til Argja ferðina, kom onkur við tí hugskotinum, at tey skuldu øll fara á Hotel Hafnia at eta døgurða. Tey bíløgdu høllina, sum er yvir av matstovuni, og matarskráin var tann sama, sum hon var í matarhøllini ? fleskasteik við øllum góðum afturvið og so onkrum góðum omaná. Til børnini var serligt borð við pitsa, pylsum og høsnarungum. Tað var prýtt við ballónum, so stemningurin var næstan sum í einum brúdleypi.
Klokkan hálvgum tíggju á kvøldi vóru gestirnir av Toftum aftur við hús, og tey frøddust um ein góðan dag.
Lítla Vármyndin
Í 1976 gav Magnus Dam Jacobsen út yrkingarsavnið Vaknaður vársins songur. Talan er um yrkingar, sum pápi hansara, Jens Dam Jacobsen, hevur yrkt. Tann fyrsta er vorðin rættuliga kend. Hon eitur Lítil vármynd. Knút Háberg hevur gjørt yndisliga lagið, sum Ingálvur av Reyni ofta hoyrist syngja í útvarpinum.
Eisini í ár fløvar tað at hoyra Ingálv av Reyni syngja Vaknaður vársins songur. Á hestbaki genta og drongur hvørva um lyngbrúnan hól. Feta á fjalli, eygleiðandi varðar, syngjandi sprund, meðan silvitnisskærar vágirnar kyssast av sól.
So mugu vit vóna, at valdagurin 30. apríl ikki verður, sum Axel Tórgarð veit at siga, at hesin dagurin royndist í 1858, tá tað legðist stórkavi.