Ein føroyskur unglingi er yngsti flogskiparin í Danmark í løtuni.
Ian Gaardbo var einsamallur á flogi á sínum 15 ára føðingardegi, og hann lendi við svimflogfarinum bæði trygt og væl. Hetta var fyrstu ferð, at Ian fleyg einsamallur, eftir at hann hevur verið 75 ferðir á flogi sum liður í útbúgvingini.
Ian byrjaði útbúgvingina sum sveimflogskipari í einum frítíðarfelagi í Lemvig seinasta heyst, og síðani hava instruktørarnir í felagnum undirvíst Ian ? millum annað við eini rúgvu av flogferðum, har ein instruktørur hevur havt ábyrgdina.
Við hesum ferðum hevur Ian lært at flúgva í øllum hugsandi veðri og umstøðum, og hann hevur fingið ein umfatandi útbúgving í at flúgva sveimflogfør. Umframt allar ferðirnar á flogi hevur Ian eisini fingið bókliga frálæru í trygd og lógum, og hann hevur eisini verið gjøgnum eina læknaroynd.
Øðrvísi føðingardagur
Tað ber til at fara undir útbúgvingina til sveimflogskipara sum 14 ára gamal, men tú skalt verða fyltur 15 ár fyri at kunna flúgva einsamallur.
Á sjálvum 15 ára føðingardegi sínum tók Ian hetta stigið, tá hann fleyg einsamallur. Hann var fyrst tveir túrar saman við einum instruktøri, men síðani fekk hann ábyrgdina av flogfarinum sjálvur.
Ian var á flogi í 10 minuttir, áðrenn hann lendi aftur, og tá fekk góða móttøku frá liðfeløgunum í Lemvig Svæveflyveklub. Sum vanligt vóru tað blómur til unga flogskiparan, sum í løtuni kann breggja sær av at verða tann yngsti av sínum slagi í Danmark.
Eftir enn eina soloferð varð lágkøka og føðingardagssangur á skránni í felagnum.
Feðgar á flogi
Nú Ian kann flúgva einsamallur, fer hann víðari við útbúgvingini sum sveimflogskipari. Í løtuni kann hann flúgva í sveimflogfari, har pláss er fyri tveimum fólkum, men hann skal nú eisini í holt við einmansflogfarið, sum kann fara hægri upp í loft.
Hendan útbúgvingin endar við, at hann tekur eina endaliga flogroynd, sum kann geva honum endaligt sveimflogloyvi.
Áhugan fyri at flúgva hevur Ian ikki av ongum. Pápi hansara, Hilmar Gaardbo, flýgur eisini sveimflogør, og nú kunnu feðgarnir fara á ferð ? á flogi.