Henda lítla yrking er um eina sólarmyrking, syngja børnini í fyrsta, øðrum og triðja flokki í Tofta skúla so fitt.
Í samband við komandi sólarmyrkingina, hevur Tofta skúli, sum uttan iva mangir aðrir skúlar um landið, havt evnisviku um sólarmyrkingina.
Terje B. Vestergaard hevur yrkt ein sang til høvi og í youtube-klippinum omanfyri syngja børnini í fyrsta, øðrum og triðja flokki.