Hans Óli Viberg er settur sum nýggjur havnameistari við Tofta havn eftir Paula R. Petersen, sála Tofta havn hevur nú fingið nýggjan havnameistara, eftir at havnameistarin gjøgnum mong ár, Pauli R. Petersen, doyði í góðum árum.
Hans Óli hevur heimaskiparaprógv og hevur verið sjómaður tað mesta av sínum lívi.
Á heimasíðuni hjá Nes kommunu verður sagt, at nýggi havnameistarin fór sín fyrsta túr til skip sum 14 ára gamal í 1976 við Sigmundi Brestirsyni.
Í 1995 fór hann á skiparaskúla og eftir at hava lokið prógv sum heimaskipari, hevur Hans Óli silgt við føroyskum, grønlendskum, donskum og norskum skipum.
Seinastu trý árini hevur hann silgt við Havsand í Noregi.
Hans Óli er giftur Hjørdis Viberg, og tey eiga tveir synir.










