Tofta havn – best røkta vinnuøki

- Lætt er hjá skipum at sleppa av við burturkast, skeltingin á økinum er greið, og einki spillivatn rennur út í havnabasengið, siga tey, sum hava latið kommununi henda heiður

Virðisløn

 

Tofta havn er kosin at hava best røkta vinnuøki í landinum.

Í viðmerking til virðislønina verður sagt, at økið sum heild er ruddiligt og væl skipað – við ruddiligum bingjuplássi og vælvirkandi móttøkuskipan fyri burturkasti hjá skipum.

- Lætt er hjá skipum at sleppa av við burturkast uttan at gjalda serligan meirkostnað. Skeltingin á økinum er greið, og einki spillivatn rennur út í havnabasengið.

Tey, sum hava mett um, siga, at tað eisini er positivt, at nýútbýgda havnarlagið ikki hevur breitt seg um alt økið, men hevur latið ein part av fjøruni ligið órørda.

Sum nakað negativt verður sagt, at órudd, gamlir lemmar og líknandi sæst liggjandi innarliga á grótkastinum við havnina.

Tey, sum sita í teknisku nevnd í Nes kommunu, eru Súni í Hjøllum, formaður, Dakku Petersen og Elin á Torkilsheyggi.