Í næstbestu donsku hondbóltsdeildini flyta trý lið beinleiðis niður í triðbestu deildina aftaná lokið grundspæl. Fjórð og fimtaftastu liðini spæla kvalifikasjónsdystir.
Aftaná 26-31 tapið fyri FIF á útivølli í kvøld er føroyingaliðið, Tønder bert eitt stig frá beinleiðis niðurflyting.
Í steðginum var støðan javnleikur 15-15, og liðini fylgdust til 44. minutt tá støðan var 24-23 til FIF, men næstu níggju minuttirnar skoraði FIF fimm mál meðan Tønder ikki svaraði aftur, og so var støðan 29-23 til FIF, og so var tap í hendi.
Sjúrður Olsen skoraði trý mál, og Teis Horn Rasmussen skoraði tvey mál fyri Tønder í kvøld.
Komandi leygardag klokkan 13 verður føroyingauppgerð millum Tønder og liðið hjá Brandi Halgirssyni, Ajax í Tønder. Ajax hevur 15 stig og Tønder hevur 14 stig, so talan er um ein sera týdningarmiklan dyst fyri bæði liðini.
Støðan:
| Nr. | Lið: | Dystir | Stig |
| 1 | HC Midtjylland | 18 | 33 |
| 2 | Grindsted GIF | 18 | 26 |
| 3 | HØJ Elite | 17 | 26 |
| 4 | Team Sydhavsøerne | 18 | 25 |
| 5 | IK Skovbakken | 18 | 19 |
| 6 | Odder | 18 | 16 |
| 7 | HEI Skæring | 17 | 16 |
| 8 | Ajax | 17 | 15 |
| 9 | TM Tønder | 18 | 14 |
| 10 | Otterup HK | 18 | 14 |
| 11 | FIF | 17 | 13 |
| 12 | Roskilde | 18 | 13 |
| 13 | Vendsyssel | 18 | 11 |
| 14 | HC Odense | 18 | 7 |











