Tølini prógva, at United hevur trupuleikar

Í Evropa er Manchester United millum liðini, ið hevur fægst royndir uppá mál

Manchester United hevur nú ikki skorað í fimm tímar, aftaná tríggjar 0-0 javnleikir á rað. Hagtølini vísa eisini, at Manchester United veruliga hevur trupuleikar við tí málsøkna partinum av spælinum.

 

Ímóti Crystal Palace seinasta dyst í Premier League var reint galið, tá United bert hevði eina roynd á málið hjá Crystal Palace. Felagsskapurin "Opta", sum fæst við ítróttarhagtøl staðfestir eisini, at tað stendur illa til hjá Manchester United.

 

Av øllum liðunum, ið hava spælt 11 dystir í fimm teimum størstu ligunum í Evropa í verandi kappingarári, er Manchester United millum liðini, ið hevur havt fægst royndir á málið hjá mótstøðuliðnum. Í 11 dystum hevur United bert 77 royndir á málið hjá mótstøðuliðnum. Í Onglandi er tað bara Sunderland, sum er verri við 76 royndum á málið hjá mótstøðuliðnum. Hannover 96 liggur aftast á hagstalslistanum við bert 72 royndum á málið hjá mótstøðuliðnum í 11 dystum

 

Høvuðsvenjarin hjá Manchester United, Louis van Gaal viðgekk eisini aftaná dystin ímóti Crystal Palace, at liðið veruliga hevur trupuleikar at skora mál.