Tølini ikki røtt hjá Fólkaflokkinum

Fakfelagssamstarvið og Fólkaflokkurin eru í hornatøkum um úrslitið av forskattingini av pensjónini.

Fakfelagssamstarvið og Fólkaflokkurin eru í hornatøkum um úrslitið av forskattingini av pensjónini.

 

– Fólkaflokkurin hevur í lýsingum víst aftur, at ein, ið tjenar 25.000 kr. um mánaðin, fer at hava 1.000 kr. minni um mánaðin í pensjón, nú pensjónin verður skattað við 40%. Men tølini hjá Fakfelagssamstarvinum eru røtt.

 

Tað skrivar Fakfelagssamstarvið í tíðindaskrivi í kvøld. Tey vísa á, at borið hevur verið fram, at roknistykkið ikki tekur hædd fyri fólkapensjónini.

 

– Men roknistykkið hjá Fakfelagssamstarvinum tekur hædd fyri fólkapensjónini og øllum øðrum gjøldum. Umframt fyri, at lógarkravda pensjónsgjaldið er 15%, soleiðis sum lógin leggur upp til og soleiðis, sum størsti partur av limunum í Fakfelagssamstarvinum rinda í løtuni, sigur Fakfelagssamstarvið.

 

– Fólkaflokkurin hevur sett eitt nýtt roknistykki upp, ið tó ikki byggir á veruligu støðuna hjá okkara limum. Í roknistykkinum hjá Fólkaflokkinum hevur persónurin einans spart upp til eitt útgjald á 50.000 kr. um árið. Henda upphædd tykist vald, fyri at fáa roknistykkið at passa. Men upphæddin er alt ov lág. Um tú rindar 15% til pensjón í 30 ár og tjenar 25.000 um mánaðin, hevur tú eitt útgjald eftir skatt á umleið 122.000 kr um árið, sigur Fakfelagssamstarvið.

 

– Roknistykkið hjá Fólkaflokkinum er ikki galdandi fyri nakran lim hjá okkum, ið hevur arbeitt fulla tíð, og goldið 15% í eftirløn í 30 ár, ið er vanliga longdin roknað verður við. Lýsingin hjá Fakfelagssamstarvinum er á ongan hátt partapolitisk. Vit vilja lýsa veruleikan, soleiðis sum hann er hjá okkara limum. Vit gera hetta í teirri vón, at støðan verður broytt eftir komandi løgtingsval – óansæð hvør samgonga kemur til valdið, sigur Fakfelagssamstarvið, sum er samstarv millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Starvsmannafelagið.