Tøknin hjá Atlantsflog ger munin

Sambært check-in.dk er tað tøknin í flogførunum hjá Atlantsflog, sum ger, at reglusemið hjá Atlantsflog er 11 prosent betri, enn hjá SAS á føroyarutuni.

 

Flogførini hjá Atlantsflog hava serligu navigatiónstøknina, RNP AR 0,1, sum er ein GPS-grundað tøkni, sum ger tað lættari hjá flogskiparum at lenda í verri sýni.

 

Flogførini hjá SAS nýta ikki hesa tøkni, og tá tað ikki eru somu flogfør, sum altíð røkja føroyarutuna, so hevði tað verið dýrt hjá SAS at sett útgerðina í fleiri flogfør, skrivar check-in.dk.

 

Men tey eru varug við trupulleikan hjá SAS, og nakað verður gjørt við tað, sigur tey hjá SAS.


Les eisini: 11 prosent munur á Atlantic og SAS

 

– Flogskiparar okkara eru vanir við at lenda undir avbjóðandi verðurviðurskiftum, og tað gongur væl at flúgva rutuna. Tað er sjálvandi spell, at okkara reglusemi er eitt sindur verri, enn hjá kappingarneytanum, men vit arbeiða eisini við at fáa somu treytir við lending í Føroyum, sigur pressusjefurin hjá SAS, Mariam Skovfoged við check-in.dk.

 

Hon sigur, at ein loysn kann vera at brúka eitt av nýggjaru Airbus A320neo flogførunum. Tey hava RNP AR 0,1 tøknina.

 

– Tað er avgørt ein møguleiki at flúgva við Neo flogfarinum, og tað er eisini nakað av tí, vit arbeiða við, sigur Miriam Skovfoged við check-in.dk.

 

SAS hevur bílagt tilsamans 30 Airbus A320neo, og hevur higartil fingið seks teirra, skrivar check-in.dk