Tøkan av laksi á Sandsvág byrjar seinni í vár

Siga vit, at her svimja 990.000 laksar á umleið fimm kilo hvør, svarar hetta til næstan 5.000 tons.

Í teimum 11 aliringunum, sum Mowi hevur liggjandi á Sandsvág, eru umleið 990.000 laksar, og Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Mowi Føroyar, sigur, at tøkan av teimum fyrstu tonsunum fer at byrja um mánaðarskiftið mars/ apríl.

 

Hetta skrivar Sands kommuna á sínum vanga á facebook.

 

- Tá byrja vit so smátt at taka laksin, sum svimur í ringunum. Nú taka vit í ringunum á Oyndarfirði, og tá hesir eru tómir einaferð í mai, verður meira ferð sett á tøkuna á Sandsvág.

 

Stjórin í Mowi Føroyar sigur, at tøkan á Sandsvág fer at vara til einaferð í heyst, og tá væntar hann, at eini 4.000 til 5.000 tons av laksi eru komin úr ringunum á Sandsvág.

 

- Siga vit, at her svimja 990.000 laksar á umleið fimm kilo hvør, svarar hetta til næstan 5.000 tons. Tað hevur gingið rættiliga væl higartil við hesi útseting, men enn er veturin ikki liðugur.

 

Hann vísir á, at Sandsvág hevur sínar avbjóðingar sum aliøki, og her krevst í fyrsta lagi, at útgerðin er sterk og liggur væl ankrað, og higartil í vetur hevur alt tíbetur gingið væl.

 

Mowi Føroyar hevur gjørt sær sínar royndir á Sandsvág, og tað tók sína tíð, áðrenn alingin kom í røttu leguna. Síðan ringarnir komu longur inn á vágna at liggja, hevur alt eydnast betur.

 

- Allur fiskurin, sum kemur av Sandsvág, verður blóðgaður á Sandi og síðan koyrdur heim á virkið á Strondum til pakkingar og útflutnings, sigur Hans Jákup Mikkelsen.

 

Gongst, sum tað hevur gjørt higartil við hesi útseting, er væntandi, at hetta verður besta árið hjá Mowi Føroyar á Sandsvág.

 

Men, enn er ov tíðliga at gera sær nakra endaliga niðurstøðu um tað, tí veturin er ikki liðugur, fiskurin er ikki tikin, og hann er heldur ikki seldur, skrivar Sands kommuna.

 

- Vit eru sera væl nøgd við at hava Sandsvág sum aliøki, og vit eru takksom fyri góða samstarvið, sum er við bæði kommunu og veitarar í økinum annars, sigur Hans Jákup Mikkelsen.