Todi við frá byrjan

Millum spælararnar hjá vitjandi liðnum verður uttan iva Atli Danielsen, eins og Frem helst hevur Gunnar Nielsen á beinkinum.

Hjá heimaliðnum hava Jónas Tór Næs, Andrew av Fløtum og Tem Hansen spælt nógv í ár, men tað verður helst ikki á teimum, at størsta fokus verður hósdagin.

Eftir øllum at døma verður hetta nevnliga fyrsta ferðin, at Todi Jónsson verður millum teir fyrstu ellivu hjá Fremad Amager. Gongdin hjá felagnum hevur ikki verið nakað serliga góð seinastu dystirnar, og í løtuni eru teir bert tvey stig oman fyri niðurflytingarstrikuna.

Komandi vikurnar telja tó fleiri lyklauppgerðir móti niðaru støddu liðunum, og tað leggur um nakað enn størri trýst á liðið. Todi var fyrstu ferð á vøllinum, tá Fremad Amager um vikuskiftið tapti 3-0 fyri Fredericia, sum tykist ávegis superliguni. Ta ferðina loysti hann Andrew av Fløtum av eftir 66 minuttum, men hesa ferð verður tað so frá byrjan, at Todi skal royna seg.

Frem er í løtuni á 8. plássi í donsku 1. deild.

 

Dysturin byrjar klokkan 18 føroyska tíð.