Todi við aftur

-

 

Týskvøldið leiktu eykamenninir hjá FCK, tað sonevnda Ørestadsliðið, dyst móti eykamonnunum hjá Køge og Herfølge.

Sjálvt úrslitið av dystinum, 1-0 ti Køge/Herfølge, er helst ikki so áhugavert í sjálvum sær, men hinvegin var hetta fyrsta ferðin í hesum kappingarárinum, at Todi Jónsson royndi seg í dysti fyri FCK.

Todi spældi fyrstu trý korterini, og sambært heimasíðuni hjá FCK gekk hetta væl.