Todi á veingin

Gitt verður, at FCK nú fer at spæla við trimum áleyparum, og at Todi verður ein av hesum

Danmark

Í Danmark eru feløgini farin undir venjingarnar til seinnu kappingarhálvu, og fyri Toda Jónsson merkir hetta ? eins og fyri aðrar leikarar- at jólafrítíðin nú er liðug.
Hjá Toda, sum fekk mest sum alla fyrru hálvu oyðilagda av skaðum, man tað vera eitt sindur øðrvísi at koma til venjing nú, tí fleiri av fyrrverandi liðfeløgum hansara hava nýtt steðgin til at skifta felag, meðan aðrir tykjast vera á veg til útlandið.

Tríggir á toppin
Talan hevur tó eisini verið um tilgongd hjá Toda og teimum. Fyrst og fremst við keypunum av norska Erik Mykland og Martin Albrechtsen úr AB.
Hesir eru ikki at rokna sum beinleiðis kappingarneytar til Toda, men gitt verður kortini, at Hans Backe fer at blanda kortini eitt sindur øðrvísi í vár, enn hann gjørdi í fjør.
Tó at stórar broytingar eru farnar fram í verjupartinum, so verða tað helst framhaldandi fýra mans í hesari, men stórur broytingarnar skulu finnast longur frammi á vøllinum.
Har sigst Backe hava ætlanir um at spæla við trimum áleyparum. T.v.s við tveimum veruligum vongspælarum og einum góðum gamaldags center-forward. Fyri Toda betrar hetta uttan iva um útlitini fyri at vinna sær pláss aftur á liðnum, tí meðan hann hevur verið skaddur, er kappingin um álopssessirnar harðnað við keypinum av Peter Møller.
Nú verður roknað við, at Møller og Fernandez fara at stríðast um sessin mitt í álopinum, meðan Todi og Zuma eru favorittar til sessirnar á vengrunum tó at Carsten Fredgaard og Morten Bisgaard helst fara at geva teimum kapping í hesum.
Í øllum førum tykist hetta kunna gerast ein spennandi blanding hjá FCK-venjaranum. Tikið verður ofta til, at tað í Danmark eru fáir leikarar, sum kunnu meira einsamallir enn Todi og Zuma, og við einum stórum Peter Møller ella einum sníkjandi Fernandez at taka ímóti, er als ikki óhugsandi, at FCK nú fer at geva Brøndby harðari kapping, enn teir fingu í heystarhálvuni.