ÚTISETI Í SUPERLIGUNI
Tað gongur skjótt hvønn vegin í fótbólti. Fyri einari stórari viku síðani var tað lítið og einki, sum bendi á, at Todi Jónsson nú beinanvegin skuldi fáa møguleikan á besta liðnum hjá FCK. Á heimasíðu síni segði hann, at tað vóru fýra frammanfyri hann, sum stríddust um tey bæði álopsplássini.
Sunnudagin var Todi millum teir fyrstu ellivu, tá ið FCK á útivølli í Gladsaxe ikki serliga sannførandi vann 2?0 á botnliðnum AB.
? Eftir venjingina fyrrapartin leygardagin fekk eg at vita, at eg var í fimtan manna hópinum, sum skuldi møta upp sunnudagin. Eg hevði ikki roknað við øðrum, enn at eg skuldi sita á beinkinum, áðrenn eg møguliga slapp eina løtu á vøllin. Tí gjørdist eg ikki sørt ovfarin, tá ið venjarin á taktikkfundinum segði, hvussu liðið fór at síggja út.
Sambært danskar fjølmiðlar gingu tað 264 dagar frá tí, at Todi varð skaddur í Valby, har FCK spældi ímóti Frem, og inntil hann aftur fekk møguleikan á besta liðnum.
Mannfall í fremstu røð
Todi mannaði FCK álopið saman við Álvaro Santos. Zuma er vøddaskaddur, og Todi mundi gerast kløkkur, tí ivaleyst hevði hann roknað við, at Peter Møller fór at fáa møguleikan. Hann fekk møguleikan, men tað var ikki fyrrenn í 63. minutti, tá ið Todi var móður og varð tikin út.
Peter Møller spældi ikki alla tíðina. Tá ið tað restaðu tríggir minuttir, noyddist hann av aftur vøllinum, tí hann varð skaddur í fótinum. Hetta hevði við sær, at liðið varð umskipað. Thomas Røll, sum hevur verið skaddur, varð settur inn á miðvøllin í vinstru, og Jesper Bech varð fluttur fram í álopið.
Tað er ikki greitt, um Peter Møller verður tøkur í hálvfinaluni í steypakappingini mikukvøldið, tá ið FCK í fyrru hálvfinaluni fær vitjan av OB. Harafturímóti er tað greitt, at Álvaro Santos ikki verður tøkur, tá ið FCK í vikuskiftinum fer at fáa vitjan av Herfølge. Hann fekk gult kort, og tað hevur leikbann við sær í næsta landskappingardystinum.
Zuma er framvegis skaddur. Tað er eitt sindur óvist, nær hann verður førur fyri at spæla aftur. Alt hetta hevur við sær, at Todi Jónsson eftir tíggju døgum er fluttur langt fram í røðini. Eingin ivi tykist vera um, at hann verður í hópinum í annaðkvøld. Um hann verður millum teir fyrstu ellivu valdast eisini um, hvussu heilsustøðan verður hjá kappingarneytunum.
Automatikkurin ikki í lagi
Todi Jónsson var um reppið at fáa mál, tá ið eitt korter var farið. Álvaro Santos spældi frá baklinjuni í høgru og út frá. Todi fekk bóltin einar fimm metrar úr málinum. Kanska lá bólturin eitt sindur aftarlaga, men Todi heldur sjálvur, at hann átti at havt skorað. Tað gjørdi hann ikki, tí málverjin hálvbjargaði í fyrstu atløgu og fekk so fatur á bóltinum.
Miðskeiðis í 1. hálvleiki legði Todi upp til fyrra málið. Jesper Bech, sum í útgangsstøðuni var miðvallari í vinstru, skoraði við góðum fløtum skoti úr seytjan metra fjarstøðu, eftir at Todi Jónsson hevði lagt bóltin upp á tvørs. Lítla løtu seinni stakk føroyski álopsmaðurin bóltin fram ímillum tveir verjuspælarar. Miðvallarin Hjalte Bo Nørregaard gjørdist púra leysur, men skotroyndin var ikki nóg neyv.
Ert tú nøgdur við avrikið?
? Vit spældu toluliga væl í 1. hálvleiki, men tað var ikki sannførandi eftir steðgin. Um vit ikki spæla betri enn hatta, so er ikki hugsningur um, at vit skulu endurvinna meistaraskapin, sjálvt um vit framvegis liggja væl fyri.
Og títt avrik?
? Mær restar dystarvenjing. Hon fæst bara við at spæla í superliguni. Tað, sum eg hugsi um, er automatikkurin í spælinum, tá ið ferðin er høg. Automatikkurin fæst ikki í venjingunum ella í dystum á næstbesta liðnum. Eg hugsi um bóltkensluna, tá ið talan er um temjingar og vendingar og skjótu avgerðina, hvat nú skal gerast. Tað snýr seg um brøkpartar av sekundum. Um eg fái møguleikan at spæla, so fer hetta at betrast.