Todi var besti maður á vøllinum

Í gjár eydnaðist tað norska felagnum Start at vinna ein dyst í tippuliguni. Start spældi á heimavølli ímóti Stabæk, og Start fekk einasta málið í dystinum 10 minuttir fyri leiklok. Føroyski álopsspælarin Todi Jónsson spældi við allan dystin, og hann var virkin og vandamikil alla tíðina. Venjarin hjá Start, Tom Nordlie, segði eftir dystin við norska blaðið VG, at Todi var besti spælarin á vøllinum.
Start fekk við sigrinum eitt sindur av luft, men felagið liggur framvegis triðniðast í tippuliguni. Nú er teinurin upp til onnur lið tó minkaður munandi.