Todi á vøllin fyri Fremad Amager

Heimasíðan hjá Fremad Amager skrivar, at álopsspælararnir Andrew av Fløtum og Thomas Christensen báðir eru skaddir til dystin Skírisdag, tá ið Fremad Amager skal spæla ímóti Ølstykke.

 

Seinni í dag verður hópurin til dystin tikin út, og sambært heimasíðuni er tað ein møguleiki, at Todi Jónsson fyri fyrstu ferð verður tikin út til hópin hjá Fremad Amager.

 

Andrew og Thomas skulu kannast nærri seinnapartin í dag, og tá verður endalig støða tikin til, um teir kunnu spæla í morgin.