NOREG
Tað var stórur fagnaður í Oslo leygarkvøldið. Fyri fyrstu ferð síðani í 1984 hevði Vålerenga vunnið NM. Longu nú verður í norska fótbóltsheiminum mett um, um tað nú fer at hilnast eins væl hjá Vålerenga, sum tað hevur gjørt hjá Rosenborg, ið hevur vunnið NM trettan tey seinastu árini.
Púrasta óvæntað
Hóast 3-1 tapið móti Fredrikstad hevði við sær, at krónurnar um hálsin á Start spælarunum vóru úr silvuri, meðan tær hjá Vålerenga spælarunum vóru úr gulli, eftir at teir høvdu megnað 2-2 í Skien, so var stórur fagnaður í Kristiansand. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at felagið hevði vunnið silvurmerkini, og úrtøkan var so nógvar ferðir størri, enn málið fyri hetta árið var, tá ið tað í vár varð farið undir kappingina. Tá var miðjað eftir at varðveita plássið í deildini, eftir at Start í fjør var flutt upp í bestu deildina.
Einastu Start spælararnir, sum frammanundan høvdu roynt at staðið við meistara gullkrónum um hálsin, vóru álopsfelagarnir Todi Jónsson og Stefan Bärlin úr Svøríki. Hann vann svenska meistaraskapin við Djurgården í 2003. Todi eigur fýra meistara gullkrónur. Tríggjar ferðir hevur hann vunnið við FCK, og í 1991 vann hann sum nítjan ára gamalur fyrsta meistaraheitið við KÍ.
- Býurin og viðhaldsfólkini fegnast um silvurmerkini. Men eg kann ikki siga annað, enn at tað kendist sum stórt vónbrot, at tað ikki eydnaðist at vinna NM. Tað kunnu vit ikki takka øðrum enn okkum sjálvum fyri. Í fýra teimum seinastu umførunum hava vit bara fingið eitt stig, og tað er sera lítið, tá ið havt verður í huga, at vit hava verið oddalið, og at øll mótstøðuliðini hava verið botnlið. Venjarin segði við okkum, tá ið vit skuldu spæla á heimavølli móti Aalesund í triði síðsta umfari, at tann dysturin fór at gera av, um vit skuldu gerast meistarar ella ikki. Vit taptu 5-4, men kortini hava vit fingið nýggjar møguleikar, og eisini í síðsta umfarinum stóð tað upp til okkum sjálvar at avgera, um vit skuldu verða meistarar.
Hvussu ert tú nøgdur við títt egna avrik?
- Eg haldi, at tað gekk ikki so galið. Vit høvdu møguleikarnar at avgera okkum til fyrimunar, men vit vóru óhepnir. Um bólturin hevði farið í stólpan og inn í staðin fyri í stólpan og út, tá ið eg eftir innlegg í 18. minutti royndi móti málinum, ella um hann hevði farið í tvørtræið og inn í staðin fyri í tvørtræið og út, tá ið eg tveir minuttir seinni fekk møguleikan eftir horna, so høvu vit ivaleyst verið meistarar. Stefan Bärlin, rakti eisini tvær ferðir í stólpan. Men vit vóru ikki hepnir, staðfestir Todi Jónsson.
Fredrikstad legði seg tíðliga á odda eftir horna. Í síðsta minuttinum av 1. hálvleiki øktu teir til 2-0, og tá sá tað illa út hjá Start, tí Vålerenga var, eftir at teir høvdu ligið undir 1-0, komið framum 2-1.
Kolldømt gull-mál
Start venjarin, Tom Nordlie, pískaði sínar spælarar fram á vøllin. Beinanvegin eftir steðgin minkaði Stefan Bärlin um munin, so javnaði Odd Grenland í Skien, og tá ið tíggju minuttir vóru eftir tóktist tað sum um, at svenski álopsspælarin hevði javnað fyri Start, eftir at Todi Jónsson hevði spælt hann leysan. Men dómarin kolldømdi málið, tí linjuverjin hevði havt flaggið á loftið. Hann metti talan var um rangstøðu.
Start venjarin segði linjuverjanum eftir dystarlok, at hann vónaði, at hann var fullvísur í síni avgerð. Ikki minst tá ið so nógv stóð upp á spæl.
Upptøkurnar staðfestu, at talan var ikki um rangstøðu. Síðstu løtuna var Start í 2-2-6 uppstilling. Teir megnaðu ikki at javna, og í síðsta mótálopinum økti Fredrikstad til 3-1. Harvið tryggjaðu teir sær rættin at halda fram í deildini. Odd Grenland trýsti fyri at fáa sigursmálið í Skien. Tað eydnaðist ikki. Harvið var Vålerenga meistari.
- Tað var sjálvandi harmuligt, at tepurt linjudómara mistak skuldi fáa so stóran týdning. Men vit kunnu ikki siga, at tað var í hesum førinum, at vit mistu meistaraskapin. Tað hava vit gjørt í fýra teimum seinastu umførunum. At vit bara megnaðu 1-1 í Bodø, og at vit taptu 2-0 í Tromsø og taptu 5-4 á heimavølli móti Aalesund og so 3-1 í dag eru ítøkiligu orsøkirnar til, at tað ikki eydnaðist heilt so væl, sum vit høvdu vónað og ætlað, staðfestir Todi Jónsson.
Síðani leygarkvøldið hava teir í Kristiansand spent frá. Nú fara teir undir fyrireikingarnar til bólkaspælið í Royalu kappingini. Har fáa teir møguleika fyri at siga takk fyri síðst við nýkosna norska meistaraliðið, Vålerenga. Umframt tey bæði norsku liðið, sum endaðu á tveimum teimum ovastu plássunum, eru í bólkinum FCM, sum í juni endaði á triðja plássi í donsku kappingini, og Hammarby, sum endaði á fjórða plássinum, tá ið svenska kappingin var av fyri góðari viku síðani.










