Todi átti næstsíðsta fótin

Tá ið hann sá liðfelagarnar tapa í Århus, var Jákup á Borg nærri besta OB liðnum, enn hann hevði verið frammanundan

Nú tað resta sjey umfør, er tað greitt, at tað bara eru trý feløg við í kappingini um heiðursmerkini. OB tapti 1?0 í Århus, og harvið eru teir burtur úr oddastríðnum.
Jákup á Borg var fyri fyrstu ferð við besta OB liðnum, men hesa ferð slapp hann ikki longri enn á beinkin. Hjá AGF var talan um fyrsta sigurin í ár.
Nógv hevur verið gjørt burturúr, at miðvallarveteranarnir Brian Steen Nielsen og Stig Tøfting ongantíð høvdu vunnið, tá ið teir í senn vóru á AGF miðvøllinum. Hagtølini siga, at hetta var trettanda ferðin, at teir spældu saman á AGF liðnum, og hetta var fyrsta ferðin, at teir saman vóru við til at fáa fult í AGF búna.
Todi Jónsson var í FCK álopinum í 80 minuttir. So loysti Thomas Røll hann av. 22.117 áskoðarar kundu staðfesta, at FCK enn eina ferð hevði ilt við at fáa úrtøku burturúr stórari yvirvág á heimavølli ímóti einum av niðast staddu liðunum.
Herfølge kom í Parkina við nýggjum venjarapari. Johnny Petersen segði upp fríggjadagin. Nú høvdu gomlu landsliðsmenninir Allan Nielsen og Michael Schjønberg ábyrgdina. Teir sóu Anders Jochumsen, sum var minsti maður á vøllinum, við høvdinum leggja Herfølge framum í 16. minutti. Herfølge pakkaði seg ikki saman í egnum brotsteigi, men tað mesta gekk fyri seg har á leið.
Todi Jónsson átti uppleggið til útjavnandi málið, sum miðvallarin Morten Bisgaard skoraði, tá ið ein hálvur tími var farin. Innarlaga í brotsteiginum í høgru fekk Todi bóltin. Við bakinum ímóti málinum bíðaði hann eina løtu, so legði hann aftur ímóti brotsteigarmarkinum til miðvallaran, sum smekkaði flatt í kassan. So royndi og royndi FCK, men teir fingu ikki mál.
? Eg eri betri nøgdur við avrikið hjá mær hesa ferð, enn eg var ímóti AB. Tað kennist sum formurin er betri nú. Men sjálvandi er tað harmuligt, at vit ikki megna at vinna. Tað verður roknað við, at vit, sum eru í álopinum, skora mál. Hesa ferð hevði eg ongan málmøguleika, sigur Todi Jónsson, sum nú hevur lagt upp til tvey mál í tveimum dystum.
Eftir 2?0 sigurin á útivølli ímóti AB var FCK venjarin, Hans Backe, hvassorðaður við sínar spælarar, sum hann helt høvdu verið ov lítið nærlagdir. Hesa ferð var FCK venjarin vinsælari ímóti sínum undirsáttum.
? Vit hava í vár tikið átta stig og sjey mál inn á Brøndby. Esbjerg er fremst, men vit skulu spæla ímóti teimum, og eg rokni við, at FCK fer at endurvinna meistaraskapin, segði FCK venjarin.

Misjavnt hjá kappingarneytunum
Leygardagin fekk Brøndby einki í Viborg. Tá ið tað var hálvleikt, var tað málleyst. Eftir steðgin skoraði heimaliðið tríggjar ferðir, áðrenn Brøndby fekk hol á. Tá ið teir minkaðu um munin til 3?2, var tíðin um at vera farin.
Esbjerg legði seg á fremsta plássið, tá ið teir í Gladsaxe vunnu 5?2 á AB, sum nú má mestast at vera fokið. Esbjerg venjarin, Ove Pedersen, var ovurfegin um, at liðið hjá honum nú tykist hava tryggjað sær fyrstu heiðursmerkini í mong ár. Tað ber við sær, at teir nú kunnu spæla frítt og dyrgja eftir gullinum, segði glaði venjarin. Esbjerg er fremst og átta stig frammanfyri OB á fjórða plássinum.

Tungt hjá uppflytarunum
At Herfølge fekk stig í Parkini, og at AGF fekk fult á heimavølli hevði við sær, at tað sær uppaftur ljótari út hjá teimum, sum frammanundan lógu tungt í sjónum. Frem hevði vitjan av AaB, sum í síðstu viku upplivdi turbulens, tí tveir av lyklaspælarunum ? málverjin Jimmy Nielsen og álopsspælarin David Nielsen ? ásannaðu, at teir í veddingarspølum hava sent bæði seg og onnur í fíggjarligt óføri.
AaB vann 1?0, og harvið versnaðu vánirnar hjá Frem. Vónin hjá teimum er eitt nú knýtt at, hvussu tað hilnast hjá FC Nordsjælland. Hesa ferð vóru sjællendararnir í Herning, har heimaliðið vann 3?0. Egyptiski landsliðsspælarin Mohammed Zidan skoraði enn eina ferð. Í trimum dystum á nýggja stadion hjá FCM hevur hann skorað níggju mál.
Næsta vikuskifti er møguleiki fyri, at Todi Jónsson og Jákup á Borg skulu spæla ímóti hvørjum øðrum. FCK skal til Odense. Hinir dystirnir eru hesir: AaB-AB, Brøndby?AGF, Esbjerg?Viborg, FCN?Frem og Herfølge?FCM.