Todi tapti fyrstu royndina

Todi spældi í ellivu minuttir, tá ið fjarstøðan frá Start og aftur til tey næstu mánakvøldið tødnaði til trý stig

Tað er ikki so ógvuliga langt síðani, at fleiri føroyingar vóru í bestu norsku deildini. Síðani Jákup Mikkelsen fór úr Molde, hevur tað verið øskukalt. Men mánakvøldið tók Todi Jónsson tráðin upp eftir føroyingarnar, sum umframt Jákup hava verið Kurt Mørkøre, Julian Johnsson og Hans Fróði Hansen.
Todi var á vøllinum í ellivu minuttir, tá ið Start á útivølli í Lillestrøm tapti 2-0. Harvið minkaði munurin frá oddaliðnum Start, sum hevur 30 stig eftir fjúrtan tey fyrstu umførini, og aftur til Vålerenga úr Oslo og Viking úr Stavanger niður í trý stig. Við sigrinum tók Lillestrøm seg upp á 24 stig.
Todi var við í samanspæli, men hann hevði ikki royndir ímóti mótstøðumálinum. Í 2. hálvleiki legði Start stórt trýst á fyri at taka tað aftur, sum teir mistu miðskeiðis í 1. hálvleiki, tá ið Lillestrøm skoraði upp á fríspark.
Start hevur í ár verið tiltikið fyri sínar endaspurtir. Men hesa ferð eydnaðist tað ikki at fáa mál. Ikki minst tí 41 ára gamli týski málmaðurin hjá Lillestrøm, Claus Reitmaier, sum hevur spælt fleiri enn trý hundrað ferðir í bundesliguni, stóð seg so framúr væl.
Tað sama varð ikki hildið um Rune Nilssen í Start málinum. Hann hevur í trettan teimum fyrstu umførunum verið sannur brandur, men mánakvøldið varð mett, at hann átti sín lut í báðum Lillestrøm málunum. 2-0 málið varð skorað í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Málverjin fór langt út í brotsteigin eftir bóltinum, sum hann vann í kapping við mótstøðumann. Men ólukkutíð fyri Start, so misti hann bóltin, og so var tað lætt hjá heimaliðnum at staðfesta sigurin.
Í Noregi varð tað eftir dystin nógv tosað um, um Start nú fór at skrædna, og um tað ikki fór at bera til at halda fram við stóra íblástrinum, sum venjarin, Tom Nordlie, er kendur fyri at megna at geva liðunum, sum hann hevur ábyrgdina av. Kortini varð mett, at seinna umfarið í Lillestrøm ikki bar boð um, at tað fer at ganga skeiva vegin.
Lillestrøm er vandamikið á heimavølli. Har hava teir í ár vunnið seks ferðir, og bara ímóti trettan falda meistaraliðnum Rosenborg, sum er tólv stig aftanfyri Start, hava teir ikki fingið fulla úrtøku. Tann dysturin endaði við javnleiki.
Todi Jónsson kappast við Ben Wright, sum hann mánakvøldið loysti av, og Stefan Bärlin, sum ikki var við mánakvøldið, um plássið sum miðframherji. Venjarin segði mánadagin, at tað krevst tíð hjá Toda at venja seg við spælskipanina hjá Start. So fæst at síggja, um Todi Jónsson verður ímillum teir fyrstu ellivu, tá ið Start sunnudagin heima í Kristiansand fer at fáa vitjan av Molde  gamla felagnum hjá Jákupi Mikkelsen, sum nú stríðist fyri at varðveita plássið í bestu deildini.