Fyri fyrstu ferð í langa tíð spældi Todi Jónsson ein heild dyst fyri norska felag sítt Start. Tað gekk tó einki hjá Toda og teimum, tí teir taptu dystin ímóti Lillestrøm 2-1. Lillestrøm legði seg á odda í fyrra hálvleiki, men Start javnaði eftir 70 minuttir. Góðar 10 minuttir fyri leiklok gjørdi Lillestrøm sigursmálið. Todi byrjaði dystin sum miðframherji, og hann var á vøllinum allar 90 minuttirnar. Heimasíðan hjá Start skrivar, at Todi fekk ikki nógv burtur úr hendan dystin. Hann fekk tó eitt gult kort eftir 19 minuttir.