Todi spældi á eykaliðnum

   

Meðan fyrrverandi liðfelagarnir hjá Toda Jónsson á landsliðnum fyrireika seg til dyst móti Litava í morgin og móti týsku varaheimsmeistarunum mikukvøldið, spældi Todi í fyrrakvøldið á eykaliðnum hjá FCK.
Todi, sum ikki var við, tá FCK um vikuskiftið vann 2-1 á Silkeborg og staðfesti sína oddastøðu í bestu deildini, spældi eykaliðsdyst móti Køge.
FCK vann dystin 5-2, og Todi javnaði til 2-2 níggju minuttir fyri hálvleikssteðgin, umframt at hann legði upp til onkur av hinum málunum.
At føroyski FCK-framherjin er at síggja á eykaliðnum, heldur enn superliguliðnum, kann tykjast sum eitt úrslit av tí vanliga trýstinum, ið verður lagt á Toda, so hann skal skriva undir nýggjan sáttmála við felagið.
Ikki er óvanligt, at spælararnir verða »revsaðir« við plássi á næstbesta liðnum, tá feløgini royna at mýkja støðuna undan avgerandi samráðingum við spælararnar.