Todi sleppur ikki at lesa bløðini

Tað hevur ikki gingið nakað serligt hjá Start í norsku landskappingini higartil í ár, og karismatiski Start venjarin, Tom Nordlie, hevur heitt á spælararnar um næstu vikurnar at halda seg heilt burtur frá fjølmiðlunum.
- Tað er sera týdningarmikið, at vit allir hava fokus á tí, sum tað snýr seg um. Um spælararnir lesa og lurta og síggja alt tað, sum verður skrivað um okkum, so fer tað at órógva teir í fyrireikingunum, og tí er tað best fyri okkum, at vit halda okkum burtur frá fjølmiðlunum, sigur Tom Nordlie.