Todi og teir royna aftur

Superligan: Við sigrinum mikukvøldið leyp FCK bukk um tvey lið. Úrslitið ber í sær, at Todi og teir framvegis hava møguleika at spæla seg í altjóða fótbólt

Árið hjá FCK hevur ikki verið tað mest væl eydnaða. Tað er næstan ikki komið fyri, at teir hava vunnið tveir dystir á rað, og nú hava teir í langa tíð hingið á áttanda plássinum, sum tað hevur tókst sera torført at sleppa burturav.

Úrslitini hjá hinum liðunum hava eisini verið óstøðug, og tað hevur borið við sær, at FCK framvegis hevur havt møguleikan at blanda seg millum tey fýra fremstu, sum fáa atgongd til europeiskan fótbólt eftir summarfrítíðina.

Sunnudagin vann FCK 2?0 á útivølli á AB. Mikukvøldið vóru Todi og teir aftur í eldinum. Setningurin var at vinna á AGF á heimavølli. 8.598 eygnavitni sóu, at tað eydnaðist. Sunnudagin klokkan fýra seinnapartin verður dysturin millum FCK og AaB, sum verður spældur í Parkini í Keypmannahavn, vístur í TV3+. Tað er ikki so undarligt, at tað stendur nógv á teimum í FCK. Um tað eydnast teimum fyri triðju ferð upp í slag at vinna, so verða teir av álvara við í kappingini um fýra tey fremstu plássini.

FCK vann 2?1 á AGF, og tað hevði við sær, at FCK nú er á sætta plássi við 40 stigum. Viborg, sum er á fjórða plássi, hevur 42 stig, men teir hava spælt ein dyst færri enn FCK.

Mikukvøldið var FCK sera framrættað í útgangsstøðuni. Todi Jónsson, sum var á vøllinum í 85 minuttir, var ein av trimum í fremstu røð.

Christian Lønstrup setti hol á fyri FCK í 11. minutti. Hann skoraði beinleiðis uppá fríspark. Í 54. minutti skoraði Diego Tur, tá hann beindi frísparksinnleggi frá Niclasi Jensen í málið.

AGF, sum áðrenn FCK fekk fyrsta málið, hevði havt ein stóran møguleika, minkaði um munin í 73. minutti. Málskjútti var Carsten Hallum.

Síðstu løtuna royndi AGF at trýsta fyri at javna. Teir høvdu onkran góðan møguleika, men tað eydnaðist ikki at fáa mál og harvið at javna.

Burtursæð frá FCK og AGF so høvdu øll hini tíggju liðini í superliguni frí mikukvøldið. Komandi vikuskifti skal Herfølge spæla á heimavølli móti Lyngby. Hinir dystirnir, sum eru á skránni, eru Esbjerg?Brøndby, Silkeborg?Viborg, OB?AGF og AB?Vejle.

Brøndby hevur 46 stig, og AaB og Herfølge hava 44 stig. Viborg hevur 42 stig, og saman við FCK hava eisini Silkeborg og Lyngby 40 stig.