Todi millum teir bestu í Superliguni nakrantíð

Todi Jónsson er ein tann sterkasti álopsspælarin í superliguni nakrantíð.

Tað heldur danska Ekstrablaðið, sum hevur gjørt ein lista við teimum størstu profilunum í superliguni gjøgnum árini.

Ekstrablaðið heldur, at fyrrverandi danski landsliðsspælarin Ebbe Sander størsti profilurin, sum hevur verið í superliguni.

Síðani hevur blaðið gjørt ein lista við 100 spælarum, og ein av spælarunum á listanum er føroyski álopsspælarin Todi Jónsson, sum er nummar 76.

- Toda er ein av sterkastu álopsspælarunum í søguni hjá superliguni. Føroyingurin var skjótur á fótum og á avtrekkjaranum, skrivar Ekstrablaðið.