Nú er møguleiki fyri, at Todi Jónsson og Óli Johannesen fyri fyrstu ferð fara at spæla móti hvørjum øðrum í superliguni.
Mánakvøldið skulu AGF og FC Keypmannahavn spæla á Århus Stadion, og spurningurin er so, um Óli Johannesen verður á liðnum hjá AGF hendan dystin. Óli kom beinleiðis á liðið hjá AGF, tá hann kom til Danmarkar fyrr í heyst, men seinnu dystirnar hevur hann havt torført við at halda fast um sítt pláss á liðnum, tí hørð kapping er um plássini.
Todi Jónsson hevur verið ein av profilunum hjá FCK seinastu dystirnar, og tað verður mett, at hann er týðandi orsøk til, at FCK hevur víst støðugt spæl í fleiri vikur, og at teir hava fingið nógv stig burtur úr í hesum sama tíðarskeiði.
Tí hevur Todi fast pláss á liðnum, og hann fer enn einaferð at royna seg í leiklutinum sum miðvallarspælarin í vinstru síðu. Óli Johannesen hevur spælt fleiri dystir í høgru verjusíðu hjá AGF, og tí koma føroyingarnir at standa beinleiðis yvir av hvørjum øðrum, um báðir spæla.
Jákup móti botnliðnum
Nú er skjótt tvær vikur síðani, at seinasta umfarið í superliguni varð spælt, og hesa tíðina hevur danska fótbóltsprátið meira snúð seg um landsliðið.
Danska landsliðið loysti sína uppgávu móti Ísrael sannførandi, og nú tosa danskir fjølmiðlar um Danmark sum ein av favorittunum til EM. Men samstundis mugu teir smyrja seg við, at um UEFA fer at styrkismeta øll liðini, so verður Danmark styrkismett í veikasta bólkinum. Svenska blaðið Aftonposten gjørdi í vikuni upp, hvussu teir halda styrkina á teimum liðunum, sum eru við í EM-endaspælinum, verða, og teir halda at Danmark er tað næstveikasta liðið. Bara England er at finna aftanfyri Danmark.
Men sunnudagin verður tað aftur gerandisdagur fyri danskar bóltspælarar og viðhaldsfólk, og toppliðið í kappingini hevur á pappírinum lætta uppgávu. Men tað er sum kunnugt ikki á pappírinum, at dysturin skal spælast.
Jákup Mikkelsen, sum internetlesarar hjá Ekstrablaðnum halda verða tann best málverjan í Danmark, skal royna at halda sítt mál reint, tá botnliðið Esbjerg kemur á vitjan í morgin. Esbjerg liggur saman við Vejle undir niðurflytingarstrikuni, meðan Herfølge er einsamalt á odda.