Todi ímóti Haugesund

Norska felagið Start skalí triðja umfari av norsku steypakappingini spæla ímóti Haugesund. Í løtuni liggur norska kappingin still orsaka av HM í fótbólti, men í juli mánaði verður spælt aftur. Ætlanin var, at steypadysturin millum Start og Haugesund skuldi spælast 5. juli, men norska fótbóltssambandinum hevur nú flutt dystin til 6. august. Start er á útivølli ímóti Haugesund í hesum dystinum.