Start spælir sín triðja dyst í norsku tippuliguni í kvøld. Dysturin er á heimavølli ímóti Brann úr Bergen. Heimasíðan hjá Start skrivar, at Todi Jónsson hevur tað betur við hælsinuni, og at føroyski álopsspælarin er førur fyri at spæla ein part av dystinum ímóti Brann í kvøld.