Tað verður ikki roknað við, at Todi Jónsson kemur aftur á fótbóltsvøllin í hesum árinum.
Danska kappingin endar seinni í november mánaði, og áðrenn tað verður Todi ikki førur fyri at spæla.
Todi er farin til ein serfrøðing í Eysturríki fyri at kanna ein skaða, sum hann hevur fingið í hælsinuna.
Síðst í august mánaði fekk Toda ein vøddaskaða, sum tað skuldi taka nakrar dagar at fáa frískan. Men síðani hevur hann eisini verið plágaður av bruna í hælsinuni.
Endamálið við ferðini til Eysturíki er at kanna skaðan og finna út av, hvat skal gerast við hendan skaðan.