Orsøkin er skaðin, sum Andrew hevði við sær av Georgia-ferðini hjá landsliðnum herfyri. Ein skaði, ið er meinlíkur vøddaskaðnum, sum Todi sjálvur hevði stóran ampa av.
- Tað er sjálvandi keðiligt fyri Andrew, men mínar royndir siga mær, at hesir skaðar koma av ov nógvum dystum. Eg havi eina fyritøku, sum eg má ansa eftir, og tí havi eg gjørt støðuna púrasta greiða fyri Andrew. Antin gevst hann á landsliðnum, ella verður hann noyddur at gevast í Fremad Amager.
Hetta ber við sær, at Andrew neyvan verður partur av føroyska hópinum, tá landsliðið um tveir mánaðir skal royna seg móti sjálvum heimsmeistarunum. Ein uppliving, sum spælarin helst sjálvur hevur glett seg til.
- Hetta eru treytirnar. Eg veit væl, at tað kann vera tungt at góðtaka, men tað er fyrst og fremst her á Amager, at Andrew skal hugsa um fótbólt.
Andrew er ikki við í hópinum, tá Fremad Amager í dag skal spæla truplan útidyst í Aarhus.










