Um vikuskiftið var finalan í Old Boys í Danmark. Millum spælararnar á FCK liðnum var fyrrverandi føroyski landsliðsstjørnan, Todi Jónsson.
Í finaluni spældu Todi og teir móti AC Odense, sum hevur fleiri kendar spælarar úr OB. Har í millum Thomas Helveg, Ulrik Laursen, Morten Bisgaard, Ulrik Pedersen og Søren Berg.
Á FCK liðnum vóru tveir fyrrverandi FCK spælarar. Umframt Toda sjálvan, so var Canal 9 verturin, og fyrrverandi miðverjin á danska landsliðnum, Michael Gravgaard.
Todi Jónsson og teir vunnu dystin 5-3. Hann skrivar á Facebook, at hann ongantíð blívur troyttur av at vinna gull.
Todi var herfyri kosin til besta spælaran á føroyska landsliðnum síðani Landskrona. Tað var fjepparafelagið Skansin, sum skipaði fyri atkvøðugreiðsluni.