Todi javnt móti Tottenham

Føroyski álopsmaðurin hjá FCK sigur seg vera væl nøgdan við venjingardystin í Gøteborg hóskvøldið

ÚTISETI

Hóskvøldið var FCK í Gøteborg, har teir á Nya Ullevi og frammanfyri stívliga fimtan túsund áskoðarum spældu ímóti eingilska høvuðsstaðarfelagnum Tottenham, sum nú hevur ítróttarstjóra, ið er ættaður úr danska høvuðsstaðnum. Hann eitur Frank Arnesen.
Úrslitið var 2-2. Álvaro Santos legði tíðliga FCK framum, og Thomas Røll, sum var innskiftur í 2. hálvleiki og er um at koma fyri seg eftir drúgva skaðan, javnaði til 2-2. Dean Richards javnaði til 1-1 við stútara eftir horna, og í 2. hálvleiki legði Jermain Defoe Tottenham framum.
Í 1. hálvleiki mannaðu Álvaro Santos og Jesper Bech FCK álopið, og í 2. hálvleiki vóru tað Peter Møller og Todi Jónsson.
Á heimasíðu síni sigur Todi, at hann er væl nøgdur við venjingardystin:
- Eg var við í nógvum álopsspæli, og tað var tætt við, at eg fekk eitt mál, men teir bjargaðu á strikuni, eftir at eg hevði roynt við høvdinum ímóti málinum, sigur Todi Jónsson.
Týskvøldið skal FCK spæla Super Cup ímóti AaB. Tann dysturin verður spældur í Parkini. Um eina viku verður fyrsta umfarið í superliguni á skránni.