Todi ikki við til UEFA Cup dyst

Start kom í gjárkvøldið víðari í UEFA Cup kappingini, eftir at liðið spældi ein spennandi dyst ímóti írska liðnum Dogheda. Dysturin endaði við brotsspørkum, og hesa kapping vann Start. Todi Jónsson var ikki við í norska hópinum, tí hann hevur fingið ein minni skaða.
- Eg fekk eitt spark undir dystinum ímóti Lillestrøm, og tað gongur í øllum førum ein vika, áðrenn eg fái spælt aftur, sigur Todi.