Mánadagin verður tað ein mánaði síðani, at NSÍ kunngjørdi, at Todi Jónsson verður venjari í 2022.
Í dag hava Todi Jónsson og NSÍ vunnið fyrsta steypið.
HB og NSÍ spældu finalu í VFF kappingini, og NSÍ vann 6-4 eftir brotssparkskapping.
HB var nógv meiri á bóltinum í fyrra hálvleiki, og tað eydnaðist at vinna fleiri góðar málmøguleikar. Tvær ferðir skoraði HB. Áki D. Samuelsen eftir stórt kiks í NSÍ miðverjuni, og so var tað Jákup L. Thomsen, sum sneiddi seg leysan og av brotsteigarmarkinum og við vinstra beini sendi bóltin í málið.
NSÍ dúvaði leingi upp á verjuspæl og skjótálop. NSÍ fekk av álvara um endan, tá ið Jørgen Nilesen átta minuttir eftir steðgin minkaði um munin. Klæmint A. Olsen átti uppleggið.
Tíggju minuttir undan leikloki javnaði Jógvan Højgaard til 2-2. Hann er nýggjur á besta liðnum, og ein annar av nýggju monnunum Sølvi Sigvardsen átti uppleggið.
Tað varð farið beinleiðis til brotssparkskapping, og hana vann NSÍ 4-2. NSÍ misnýtti eitt brotsspark, og HB misnýtti tvey brotsspørk.
Víkingur vann 1-0 ímóti B36 í dysti um triðja plássið.
KÍ vann 6-1 ímóti EB/Streymi í dysti um fimta plássið.
-
HB – NSÍ 2-0 (2-2) 4-6 eftir brotssparkskapping
Dómari: Kári J. á Høvdanum
1-0: Áki D. Samuelsen 12.
2-0: Jákup L. Thomsen 23.
2-1. Jørgen Nielsen 53.
2-2: Jógvan Højgaard 80.
Brotssparkskapping
NSÍ – HB
0-0: Klæmint A. Olsen Bjarti V. Mørk bjargar
0-0: Daniel Johansen Tórður Thomsen bjargar
1-0: Jørgen Nielsen
1-1: Hørður H. Askham
2-1: Jógvan Højgaard
2-2: Stefan Radosavljevic
3-2: Sølvi Sigvardsen
3-2: Áki D. Samuelsen Tórður Thomsen bjargar
4-2: Rógvi Egilstoft
HB: Bjarti V. Mørk – Heri H. Mohr, Hørður H. Askham, Heðin Hansen, Daniel Johansen – Tróndur Jensen (Hilmar Leon Jakobsen, 64.), Stefan Radosavljevic – Dan í Soylu, Adrian Justinussen (Pætur Róason, 74.), Áki D. Samuelsen – Jákup L. Thomsen
NSÍ: Tórður Thomsen – Pætur Hentze, Jóhan Troest Davidsen (Hans Marius Davidsen, 64.), Meinhard Geyti, Pætur Turiðarson Skipanes – Mórits Heini Mortensen, Rógvi Egilstoft – Búi Egilsson (Aron Høj, 64.), Sølvi Sigvardesn (Jógvan Højgaard, 46.), Jørgen Nielsen – Klæmint A. Olsen