Í fyrrakvøldið tók FCK fyrsta stigið ímóti triðja og avgerandi innleiðandi umfarinum í Europa Cup fyri meistarar. Teir vunnu 4?1 í Parkini ímóti maltesiska Sliema Wanderers. Avrikið var ikki sannførandi alla tíðina, men eingin ivi var um, at FCK var væl betri enn mótstøðuliðið, sum kortini var vandamikið í fleiri skjótálopum og kundi havt fingið fleiri mál enn tað, sum teir skoraðu tíðliga í 2. hálvleiki. Tá minkaðu teir um munin til 3?1, og FCK var skelkað eina løtu, áðrenn Thomas Røll, sum eisini hevði skorað í 1. hálvleiki, staðfesti heimasigurin, ið heilt víst var nóg stórur at røkka næsta umfarinum.
FCK skal spæla á Malta mikukvøldið. Tá verður heimaliðið meiri framrættað, enn teir vóru síðsta mikukvøld, og harvið verða møguleikarnir hjá Toda Jónsson og Zuma at gera um seg størri, enn teir vóru ímóti sera verjukenda mótstøðuliðnum. Zuma skoraði vakurt mál upp á langskot, og Todi Jónsson skoraði til 3?0, tá ið hann sneiddi framvið málverjanum og úr spískum í vinstru sendi í málið.
Nógvir pengar at vinna
Í donsku fjølmiðlunum verður mett, at inntøkurnar fyri at sleppa upp í part í europeiska bólkaspælinum kunnu fara at vera umleið 55 milliónir krónur, og felagið er sinnað at geva spælarunum ein stóran bita, um tað eydnast teimum at sleppa ígjøgnum nálareygað til fótbóltslandið, har øll vilja sleppa upp í part, men har tey flestu dumpa.
Einasti spælarin, sum bæði hevur spælt í FCK og í Glasgow Rangers, er Brian Laudrup. Hann heldur, at teir í FCK eiga at vera fegnir um lutakastið, at teir skulu spæla ímóti Glasgow Rangers og ikki t. d. Lazio ella Dortmund, og hann heldur, at FCK eigur at hava møguleika fyri fyrstu ferð at spæla seg í bólkamfarið.
Tá ið Brian Laudrup sammetir FCK og Glasgow Rangers, so heldur hann, at skotska meistaraliðið er væl fyri í álopspartinum, meðan hann heldur FCK vera hópin betri fyri í verjupartinum. Um FCK skal hava nakran møguleika at vinna samantalt, so skulu teir gera sær dælt av, at Glasgow Rangers ikki er so væl skipað í verjupartinum, og tá er tað, at Brian Laudrup, sum framvegis er høgt í metum í Glasgow Rangers og yvirhøvur í skotskum fótbólti, heingir vónirnar á Toda Jónsson.
? Rangers hevur nógv størri altjóða royndir enn FCK, men FCK hevur ein spælistíl, sum ber við sær, at tað er nógv torførari at gera mál ímóti teimum. Um Todi Jónsson og Sibusisu Zuma spæla upp til sítt besta í senn og í báðum dystunum, so eru avgjørdir møguleikar fyri, at FCK fer at vinna samanlagt, segði Brian Laudrup við danskar fjølmiðlar eftir lutakastið síðsta fríggjadag.
Stórar upphæddir
Omanfyri varð nevnt, at tað verður roknað við 55 milliónum í eykainntøkum, um FCK megnar at slappa upp í part í bólkaspælinum. Hetta eru inntøkur, sum eitt nú kunnu fáast fyri atgongugjald, fyrisølu av pylsum, øli og øðrum, lýsingar, rættindini at sjónvarpa og stigapengar frá UEFA.
Ólavsøkudag visti danska blaðið BT at siga, at semja er gjørd millum leiðsluna í FCK og spælararnar um, hvussu stórur bitin av køkuni, sum spælararnir skulu fáa, skal vera, um tað eydnast so at siga at fáa fatur í køkuni.
Fyri sigur á maltesiska liðnum fáa teir átjan spælararnir, sum eru við, 50 túsund í part, og fyri samantaldan sigur á Glasgow Rangers fáa spælararnir 250 túsund í part. Einki er enn sagt um, hvussu nógv teir fara at fáa fyri hvørt stigið í bólkaspælinum, men tað er góð tíð til at tosa um tað seinni.
Ítróttarstjórin í FCK, Niels?Christian Holmstrøm, hevur eisini sagt, hvussu nógv spælararnir fara at fáa í bonus í innanlands kappingini. Fyri at vinna ein dyst fáa spælararnir fimm túsund krónur og 2500 krónur fyri javnleik. Um FCK vinnur DM, fáa teir spælararnir, sum hava verið við í tveimum triðingum av dystunum 120 túsund krónur eyka. Um henda skipanin hevði verið galdandi í fjør, so høvdu Todi og hinir, sum vóru so mikið ofta við, fingið 230 túsund krónur fyri sigrar, javnleikir og DM. Hetta er umframt føstu lønina og møguligar seravtalur, sum einstøku spælararnir hava við felagið um bonusskipanir.
Tað ljóðar av nógvum, og talan er um stórar upphæddir. Men skattatrýstið av síðst vunnu krónunum í Danmark hjá teimum, sum hava hesar lønirnar, man liggja um tey 60 prosentini og kanska hægri enn so. Tað vil siga, at kommunan og staturin fáa tilsaman meiri burturúr avtaluni, sum FCK hevur gjørt við Toda og liðfelagarnar, enn spælararnir fáa í sín part!










