Norska landskappingin í fótbólti liggur still, meðan HM-endaspælið í fótbólti verður spælt í Týsklandi. Hetta merkir, at Todi Jónsson ikki skal spæla dyst fyri Start fyrr enn fyrst í juli mánaði aftur. Start vann undan vikuskiftið stóran sigur í steypakappingini, og Todi var millum málskjúttarnar. Seinasti dysturin í tippuliguni var 5. juni, og næstu ferð, Start skal spæla í landskappingini, verður tann 3. juli, tá ið Tromsø kemur á vitjan.










