Todi heim til KÍ

Yrkisleiðin var steðgað, men Todi Jónsson hevur gjørt av, at seinastu fótbóltsdystir hansara verða partur av royndini at halda KÍ í fremstu føroysku fótbóltsdeildini

Fótbóltur

 

Tað var kanska at arga lesaran eitt sindur, tá vit undan norðoyastevnuni í ár skrivaðu, at Todi skuldi aftur í KÍ-blusuna. Nøkur lygn var tað ikki, men kanska hálvgum ein hvít av slagnum, tá talan “bara” var um stevnudyst millum dagsins KÍ-lið og hetjurnar frá 1991.

Hesa ferð er álvarin handan orðini tó størri. Todi Adam Jónsson, sum í fleiri ár var okkara fremsti fótbóltsspælari, spælir við KÍ seinnu hálvu av kappingarárinum 2009.

 

Vil gjarna hjálpa

Um orsøkina til, at hann nú ger eitt comeback á fótbóltsvøllinum, at hetta fyrst og fremst er fyri at hjálpa KÍ.

- Akkurát nú havi eg ikki so nógv at gera, so eg havi møguleikan til tað. Og so vil eg sjálvandi hjálpa KÍ, sum er mítt barndómsfelag. Felagið hevur tað trupult júst nú, og kann eg á hendan hátt vera við til at hjálpa teimum, so geri eg tað fegin, sigur Todi.

Men tað er nakað síðani, at tú gavst. Hvussu ert tú í dag fyri sum fótbóltsspælari?

- Eg veit væl, at mín venjingarstøða ikki er eins góð, sum hon hevur verið. Og sjálvandi kann eg ikki tað sama á einum vølli, sum eg kundi fyri nøkrum árum síðani.

- Men mín leiklutur verður kanska eins nógv at stuðla ungu spælarunum. Trýstið á teimum, nú KÍ hevur verið í støðugum niðurflytingarvanda, hevur verið øgiligt. Einki er at ivast í, at fokus nú partvíst verður sett á, hvussu eg spæli, og tað kann heilt víst taka trýstið av hinum spælarunum, sigur Todi.

 

Alt at missa

Sum ein av spælarunum í FCK í drúgt áramál, er Todi avgjørt vanur við at spæla undir og liva við trýsti. Men hóast hetta, so viðgongur hann, at hann ikki er heilt kaldur móti trýstinum, sum kann koma í Klaksvík.

- Eg havi í veruleikanum alt at missa og einka at vinna. Fólk minnast meg helst fyri eina rímiliga góða karrieru sum fótbóltsspælari, og eg veit, at eg ikki klári at levera tað sama í dag.

- Hinvegin havi eg tó ikki heilt gloymt, hvussu tú spælir fótbólt, og tey stigini, sum KÍ hevur fingið seinastu dystirnar, átti alt annað líka eisini at gjørt tað lættari hjá mær at traðka inn í hópin, sigur Todi.

Næsti dysturin hjá KÍ er á heiamvølli móti B68 tann 19. juli. Sjálvur kemur Todi upp nakrar dagar undan hesum, men hann fer at venja við onkrum donskum felag, sigur hann.

Og tað verður ikki so, at ein tann størsta fótbóltshetjan í Klaksvík nú flytur heimaftur.

- Nei, eg havi jú familju í Danmark, og tey flyta ikki við. So talan verður um hampuliga nógva pendling hesar mánaðirnar. Men tað havi eg eisini roynt áður, tá eg spældi í Noreg, sigur Todi Jónsson.