Gestirnir í Parkini sunnudagin vera uppflytararnir úr umstrídda Brixtofte býnum, Farum Boldklub. Eftir tap í fyrsta umfari vann Farum seinasta vikuskiftið 3-2 á heimavølli móti Viborg, og hava teir sostattt fingið eina góða byrjan í Superliguni.
Men nú stendur størsta royndin higartil fyri framman, tá liðið skal spæla á útivølli skal móti Toda Jónsson og FCK, sum liggur á odda í Superliguni við fýra stigum eftir tveimum dystum. Allir leikarar eru tøkir uttan vinstribakkurin Peter Christiansen, og tí er optimisma í hópinum hjá Hans Backe og hansara monnum.
Ein gamal FCK kenningur verður at síggja á beinkinum hjá Farum í Parkini sunnudagin. Venjarin hjá Farum eitur Christian Andersen, og er hann fyrrverandi venjari hjá FCK í einum umstríddum tíðarskeiði, tá Brian Laudrup m.a. spældi í FC København.
Hørð kapping um álopsplássini
Føroyingurin í FCK, Todi Jónsson, var nógv plágaður av skaða í upptaktini til Superliguna. Hann kom tó inn í fyrsta dystinum móti Viborg og megnaði enntá at javna, og seinasta vikuskiftið byrjaði hann inni í álopinum saman við suðurafrikansku superstjørnuni, Sibusiso Zuma, tá FCK vann 3-1 í Køge. Hóast Todi spældi væl, varð hann skiftur út fyri Peter Møller, og Møller takkaði fyri við at leggja FCK á odda 2-1. Við máli sínum trýstir Peter Møller fyri einum plássi í byrjunaruppstillingini saman við sjálvskrivaða Zuma.
Umframt Peter Møller sum kappingarneyta er fyrrverandi svenski landsliðsleikarin, Jørgen Petterson, eisini klárur eftir skaða. FCK keypti Petterson undan kappingini frá týska stórfelagnum Kaiserslautern, og FCK venjarin Hans Backe hevur úttala seg um, at FCK hevur stórar vónir til svenska áleyparan.
Felagið hevur í mong ár ikki havt nakran áleypara, sum hevur gjørt seg galdandi millum toppskjúttarnar í Superliguni, og FCK leiðslan hevur víst á, at Jørgen Petterson møguliga er leikarin, sum veruliga kann gerast nýggi málslúkarin í Parkini. Jørgen Petterson fær møguliga sín fyrsta dyst fyri FCK sunnudagin.
Tískil er óvist, um Todi verður við frá byrjan í triðja umfari í Superliguni móti Farum sunnudagin í Parkini, nú bæði Zuma, Møller og Petterson eru ?fit for fight?. Hóast Peter Møller fyrr hevur skotið mál sum innskiftari fyri Toda, hevur venjarin fleiri ferðir víst Toda álit, men tað er ein sannroynd, at kappingin um pláss í álopinum er harðari enn nakrantíð.