Todi gjørt seks mál í tveimum dystum

Fótbóltur: Todi Jónsson hevur víst stórform í fyrstu venjingardystunum hjá FCK eftir summarsteðgin

Todi Jónsson er byrjaður við buldri og braki, nú FCK fyrireikar seg til nýggja kappingarárið, sum byrjar síðst í hesum mánaðinum

Farnu dagarnar hevur FC Keypmannahavn spælt tveir dystir móti svenskum 1. deildarliðum, og báðu ferð skoraði føroyski álopsspælarin trý mál.

Fyrra dystin nevndu vit í blaðnum í gjár. hann var móti Trelleborg og endaði við 4-2 sigri. Í hesum dystinum slapp Todi bert at spæla fyrra hálvleik, men tað gjørdi ongan mun. Hann skoraði reint hattrick, og í seinna hálvleiki, tá hann noyddist at hyggja at fekk FCK einki mál afturat. FCK vann tó dystin 4-2.

Orsøkin til, at Todi bert spældi 45 minuttir var, at hann varð eitt sindur plágaður av einum skaða, sum hann fekk undan summarsteðginum, og tí ikki hevur vant so nógv sum hinir spælararnir.


Kann gera vart

við seg móti Ajax

Týsdagin spældu FCK so móti Helsingborg, sum verður mett at verða eitt av teimum sterku liðunum í Svøríki, og aftur hesaferð skoraðu danirnir fýra mál. Todi Jónsson gjørdi trý av teimum, meðan Kenneth Jensen gjørdi tað seinasta. FCK vann dystin 4-0.

Framúr avrikini hjá Toda Jónsson hava staðfest hansara støðu sum besti áleyparin hjá FCK, og tá FCK hósdagin fer at spæla dyst móti Ajax Amsterdam verður rættiligur møguleiki hjá Toda at gera vart við seg. Bæði í Danmark og hjá fótbóltshandilmonnum, sum altíð eru til slíkar dystir.

Í vikuskiftinum skal FCK spæla í Svendborg, meðan ein ætlaður dystur millum FCK og Brøndby er avlýstur, tí skráin hjá Toda og teimum er so tøtt.