Tað er eitt úrslit, sum hevur sera stóran týdning fyri felagið og danskan fótbólt, heldur Todi Jónsson, sum hevur skotið flest mál fyri FC Keypmannahavn nakrantíð.
- FC Keypmannahavn vil annað enn bara standa seg væl í donsku kappingini. Hini donsku feløgini hava ikki somu ambitiónir í evropeiskum kappingum. Við slíkum úrslitum veksur altjóða virðingin fyri felagnum og donskum fótbólt sum heild, sigur Todi Jónsson.
Fyrrverandi landsliðsspælarin heldur, at tað er væl og virðiliga uppiborið, at FC Keypmannahavn hevur vunnið seg víðari.
Todi Jónsson er álopsvenjari í ungdómsdeildini hjá FC Keypmannahavn.









