Todi-fan

Todi Jónsson telist millum best umtóktu leikararnar hjá donsku meistarunum

 

DM-gull


Einki er at ivast í, at Todi er ein av best umtóktu leikarunum hjá donsku meistarunum í FCK. Hetta varð eisini týðiliga undirstrikað, tá leikararnir komu til Ráðhúsplássið mánadagin. At meta eftir ljóðstyrkini hjá áskoðarunum, so eru størstu stjørnurnar so avgjørt Todi Jónsson og liðfelagin Sibosuso Zuma.

At kalla øll viðhaldsfólkini, sum vóru savnaði saman framman fyri Ráðhúsinum, vóru ílætin FCK-búnar, og á fleiri av hesum sást 12-talið á rygginum, við navninum hjá Toda standandi omanfyri.


Fullkomin spælari

Tá farið varð heimaftur, hittu vit ein av hesum áskoðarunum, Søren Nielsen, á málið, og hann hevði so einki ímói, at vit fingu okkum eitt stutt prát um lið hansara.

Spurdur, um tey eisini í kvøld skuldu hátíðarhalda FCK, segði hann, at mánakvøldið hendi ikki so øgiliga nógv afturat fyri hansara viðkomandi.

- Tað er ikki so øgiliga nógv meira, sum hendir í kvøld. Nú fara vit heim at hugna okkum, men sjálvandi skuldu vit báðir, sonurin, síggja hetta. Hann sat spentur uppi á herðunum hjá mær, meðan spælararnir komu út á balkonina, og eg haldi hetta var stuttligt hjá honum, sigur Søren.

Um orsøkina til, at hann hevur navnið hjá Toda prentað á bakinum, sigur Søren, at tað sjálvsagt kemst av, at Todi er tann spælarin, sum honum dámar best.

- Hann er ein fullkomin spælari, og sá dámar mær eisini væl hansara persónligheit. Hann bæði skorar og spælir fyri liðið, og tað er so avgjørt nakað, sum mær dámar, sigur Søren Nielsen at enda.