ÚTISETI
Teir í FCK hava ikki viljað gjørt nyggu burturúr góðu fótbóltsevnunum hjá Toda Jónsson í vár. Tað hava teir ikki viljað gjørt, tí Todi Jónsson hevur sagt nei takk til tilboðið, sum teir eru komnir við
Sunnudagin vóru teir í FCK noyddir at taka Toda Jónsson á liðið, tí so nógvir spælarar vóru skaddir og leikbannaðir. Eitt nú var Peter Møller, sum er við í kappingini um álopsplássini, leikbannaður.
Todi Jónsson var í álopinum saman við Zuma, meðan Jörgen Pettersson var á framrættaða miðvallarplássinum ímóti Esbjerg.
Fagnaður
Todi Jónsson var á vøllinum, inntil tað restaði eitt lítið korter. So varð hann útskiftur. T'á flutti Jörgen Pettersson undir liðina á Zuma, men bara í fimm minuttir, so var svenski álopsmaðurin, sum heldur ikki hesa ferð gjørdi nakað serligt um seg, skiftur út.
Uppgerðin var ikki tann mest poleraða og mest undirhaldandi, sum hevur verið í Parkini. Men tað løgdu teir á heimaliðnum vertin á. Hjá teimum ráddi um at fáa øll stigini og harvið styrkja um oddastøðuna, eftir at Brødnby leygardagin bara hevði fingið javnleik í Odense. Tað eydnaðist, og nú tað resta ellivu umfør, er FCK seks stig frammanfyri næstu liðini.
Todi spældi bóltin skilagott frá sær, sum hann altíð ger, men hann hevur onkra ferðina verið meiri eyðsýndur, enn hann var hesa ferð. Men tað kendist ikki á ummælinum, sum hann fekk frá áskoðarunum. Teir tykjast avgjørt ikki vera samdir við FCK leiðsluni, sum ikki ynskir at geva Toda eina so góða løn, sum føroyski álopsspælarin heldur vera rímuliga fyri at halda fram í felagnum.
Todi vi har savnet dig og meir av tí slagnum, gelti í Parkini, tá ið spælararnir hitaðu upp, og tað var næstan eingin endi á róminum, tá ið stadion speakarin rópti navnið á honum í nummar tólv troyggjuni hjá FCK.
At Todi eisini veit, hvussu vøran skal seljast, var sjónskt eftir dystarlok. FCK spælararnir skundaðu sær undir tak. Men Todi, sum hevði sitið á útskiftingsbeinkinum síðstu tólv minuttirnar, gjørdi eitt rend yvir til mest inkarneraðu FCK viðhaldsfólkini og tveitti teimum troyggjuna við tólv talinum á. Tað fall í sera góða jørð.
Brotssparksmál
Málmøguleikarnir vóru ikki nógvir, og tað kom bara eitt mál. Tað fekk liðformaðurin og høvuðsstríðsmaðurin á FCK miðvøllinum, Peter Nielsen. Eftir frísparksstøðu varð verjuspælarin Predrag Zivkovic togaður um koll í Esbjerg brotsteiginum, og dómarin dømdi brotsspark.
Teir í Esbjerg leguni vóru alt annað enn fegnir um dómin, men har var einki at gera. Seinast gestirnir úr Esbjerg vóru í Parkini, vórðu teir avklæddir 6?0. Men hóast tað gekk væl betri hesa ferð, so vóru teir ikki nøgdir við úrslitið. Tað var ikki so ilt at skilja. Esbjerg spældi seg til málmøguleikar, og hevði nýggi ungverski FCK málverjin ikki verið so frágera væl upplagdur, so hevði einki forgjørt verið í tí, um Esbjerg hevði fingið mál og harvið í hvussu so er eitt stig.
Men FCK vann fyri fyrstu ferð í ár, og viðhaldsfólkini hjá FCK løgdu væl til merkis, at Todi Jónsson fyri fyrstu ferð var ímillum teir fyrstu ellivu. Um leiðslan í felagnum hevur lagt tað sama til merkis, fæst at síggja, tá ið næsti dystur verður á skránni










