Todi fær nýggjan venjara

FCK hevur umskipað ítróttarligu og umsitingarligu leiðsluna

Á einum tíðindafundi í FC Keypmannahavn var greitt frá einari stórari umskipan í felagnum, og tað førir millum annað við sær Flemming Ø:stergaard verður nýggjur stjóri í felagnum, og at venjarin Kim Brinck fær annað starv.

Nýggjur venjari hjá Toda og FCK verður sviin Kent Karlsson, sum áður hevur vunnið danska meistaraheitið við Lyngby.

Umskipanin av ítróttarligu og umsitingarligu leiðsluni hevur sambært nýggja stjóranum til endamáls, at gera FC Keypmannahavn til eitt av stóru feløgunum í Europa.